Skriva út
Lagt út: 14.01.2009

Stórar avbjóðingar í 2009


Granskingarráðið ynskir øllum eitt gott nýggjár. Vit hava stórar avbjóðingar fyri framman í Granskingarráðnum í 2009, og eru av álvara farin í gongd við hesar uppgávur.

Granskaraspírar
Vit hava ein støðugan streym av fyrispurningum um møguleikar at søkja stuðul til granskingarverkætlanir. Tað eru serliga ung, sum nýliga hava lokið akademiska útbúgving, ið umhugsa at fara í holt við gransking. Talan er um fólk innan flestu vísindaøkir. Nógv teirra búgva uttanlands, men ynskja at arbeiða við føroyskum spurningum ella at hava føroysk viðurskifti við í verkætlanir, sum eru meira samanberandi. 

Øll, sum umhugsa at fara undir eina granskingarverkætlan, eru altíð vælkomin til at spyrja seg fyri hjá okkum ella hjá einum av føroysku granskingarstovnunum ella fyritøkum. Vit veita fegin ráð og vegleiðing til spurningar ella ivamál um, hvussu verkætlanin kann leggjast til rættis. Føroyska granskingarumhvørvið vil fegið hava samband við og vegleiða teimum, sum taka fyrstu stigini á granskingarleið síni. Tað ber til at leita í Heilagrunninum eftir fólki, sum granska í dag.

Føroyar í norðurlendskum granskinghøpi
Føroyar hava eygleiðarastøðu í stýrinum fyri NordForsk, sum er norðurlendska Granskingarsamstarvið undir Norðurlandaráðnum. Stýrið hittist fleiri ferðir árliga og viðgerð m.a. granskingarpolitiskar spurningar, og letur stuðul til granskingarbólkar á serliga høgum stigi, Nordic Centres of Excellence.
Eisini hava vit eygleiðarastøðu í stýrinum fyri Topforskningsinitiativet for klima, energi og miljø. Her hava Norðurlond í felag gjørt av at seta av góðar 450 mió DKK til gransking næstu 5 árini. Her væntast at verða møguligt hjá føroyskum granskarum at skipa fyri ella luttaka í fleiri verkætlanum. Ætlanin verður formliga løgd fram á komandi Globaliseringsforuminum, sum verður í Íslandi 26. og 27. februar.
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, umboðar Føroyar í hesum báðum stýrunum.

Føroyar í ES-granskingarhøpi
Uttanríkisráðið samráðist við ES um føroyskan limaskap í ES-granskingarsamstarvinum. Seinastu metingarnar eru, at ein formlig avtala verður klár 1.1.2010.
NCP-umboðini hjá Granskingarráðnum skipa javnan fyri kunning um ES-granskingarmøguleikar. Kunningarfundur verður í Miðlahúsinum 22. januar, sum verður fyriskipaður av NORA, NPP og Granskingarráðnum.

Yvirskipaður granskingarpolitikkur
Vísindaráðið hevði sín fyrsta fund 28. november 2008. Løgmaður, sum er formaður í Vísindaráðnum, segði eftir fyrsta fundin, at: "Vísindaráðið er samt um, at fyritreytin fyri búskaparligum vøkstri í Føroyum er økt gransking og menning. Málið er at játta munandi størri upphæddir til gransking og menning tey næstu fimm árini. Landsstýrið ætlar tí at kanna hvussu teir mongu grunnarnir, ið landið varir av, í størri munn kunnu nýtast til hetta."  
Farið er nú undir at orða fyrsta uppskot til yvirskipaðan granskingarpolitikk fyri Føroyar. Hetta arbeiðið skal gerast í samstarvi millum Granskingarnevndina og Vísindaráðið.

Skerd játtan til fyrisiting
Eins og fleiri aðrir almennir stovnar er játtanin til fyrisiting Granskingarráðsins skerd munandi í 2009.  Vit eru í neyvum samskifti við Mentamálaráðið um, hvussu arbeiðið kann lagast til broyttu umstøðurnar.

Játtan til gransking og útbúgving eru íløgur sum styrkja samfelagið
Vit kunnu bara harmast saman við Arbeiðsgevarafelagnum um at tað heldur enn at raðfesta útbúgving og gransking, varð tálmað á hesum økinum í fíggjarlógini fyri 2009. Vit eru sannførd um, at tað er neyðugt at gera munandi íløgur í hetta økið til tess at styrkja okkara samfelag. Tað er júst í ringum tíðum, at vit kunnu gera mun og hugsa nýtt. Londini vit samstarva og kappast við, gera í hesum døgum stórar íløgur í gransking og menning innan øki, har vit hava dygga vitan, m.a. í umhvørvi og umsiting av náttúru og tilfeingi. Hetta eiga vit eisini at gera, bæði fyri at yvirliva sum fiskivinnutjóð og fyri at menna okkara samfelag yvirhøvur.
Vit seta okkara álit á ætlanirnar hjá Løgmanni og vóna at tað í næstum finnast politiskar semjur um at gera munandi íløgur í gransking og menning í Føroyum.