Skriva út
Lagt út: 05.08.2013

Stór CTD verkætlan í gongd á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið skrivar, at í hesum døgum verður framd ein stór og umfatandi kanning av CTD sjúklingum á Landssjúkrahúsinum. Tað eru læknarnir Jan Rasmussen og Andreas Thomsen, sum stíla fyri, í samstarvi við Ríkissjúkrahúsið og Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. 

5 CTD sjúklingar eru í løtuni innlagdir á A3 á Landssjúkrahúsinum. Undir neyvum og strongum eftirliti verður vanliga viðgerðin við karnitini tikin burtur í 5 dagar.

Endamálið er at kanna um innihaldið av karnitini í blóði, landi og vødda fellir. Hetta verður gjørt við at taka eitt ótal av blóðroyndum, landroyndum og tríggjar vøddabiopsiir frá hvørjum luttakara. Hesar royndir vera síðani í mesta mun kannaðar á Klinisk Genetisku Deild á Ríkissjúkrahúsinum.

Samstundis verður eisini gjørd ein onnur framkomin roynd - tvey fólk frá Neuromuskulær Forskningsenhed á Panum Instituttinum í Keypmannahavn eru komin til Føroyar við útgerð at kanna CTD sjúklingarnar. Hetta eru súkklukanningar, har neyvt verður mált, júst hvat brennievni sjúklingarnir nýta at gera orku. Serliga er áhugavert, um sjúklingarnir eru førir fyri at nýta feitt eins og onnur at gera orku, og um tað er munur á kanningunum við og uttan karnitin ískoyti.

Kanningarnar, ið verða framdar í hesari verkætlanini, eru tær mest víttfevndu, ið higartil eru gjørdar í heiminum av CTD sjúklingum. Hetta tryggjar vónandi, at Landssjúkrahúsið verður ein av altjóða oddafiskunum innan CTD gransking.
Fyriskipararnir av verkætlanini siga seg vera sera takksamar fyri áhugan hjá luttakarunum at vera við.

Jan Rasmussen arbeiðir við eini ph.d.verkætlan um CTD. Hendan verkætlanin er lutvíst fíggjað úr Granskingargrunninum. Les um verkætlanina her

Les um Jan Rasmussen í Heilagrunninum