Skriva út
Lagt út: 04.03.2022

Støðan hjá laksi í harðbalnum umstøðum

Verkætlanin Salmon and the Surf granskar, hvussu laksur ber seg at undir harðbalnum umstøðum. Nú hevur Ása Johannesen, ph.d. og granskari á Fiskaaling, givið út nýggjastu úrslitini í vísindaligari grein í tíðarritinum PLOS One. Greinin kallast "Waves and currents decrease the available space in a salmon cage" og kann frítt lesast her

Fiskaaling, sfi EXPOSED og Hiddenfjord samstarva um verkætlanina. Salmon and the Surf er hálvtfjórða ára long Post-Doc verkætlan hjá Ásu Johannesen, og er hetta onnur vísindaliga greinin, sum er skrivað í hesum sambandi.

Gransking á Hestfirði

Vetrarmánaðirnar vórðu alda og streymur mátað nærhendis alibrúkinum á Hestfirði. Samstundis vórðu trýstmárar settir á eina alinót at máta, hvussu skapið á nótini broyttist, tá tað rak hart, ella tá nógv alda var. Ekkolodd undir sama ringi, sum høvdu trýstmátarar, mátaðu hvar í nótini, ið laksurin var. Harumframt filmaðu fimm kamera fiskin javnan, soleiðis at tað bar til at eygleiða atferðina hjá fiskinum, tá streymurin var harður ella veikur, ella tá aldan var stór ella lítil.

Greinin lýsir úrslitini frá verkætlanini. Kanningarnar vísa fyrst og fremst, at nótin verður skumpað upp eftir við rákinum, og hetta ger, at fiskurin hevur minni pláss og fer tískil tættari saman.

Fiskurin søkir eisini niður eftir, tá nógv alda er, og somuleiðis um dagin, tá ljóst er. Umframt at fiskurin søkir burtur frá vatnskorpuni í stórari aldu, so fer hann eisini inn eftir - tó ikki um tað eisini rekur.

Tá hesi viðurskifti verða løgd saman, so minkar rásarúmið hjá fiskinum nógv, sum soleiðis hevur minni rúm í aliringinum.

Niðurstøðan er, at viðurskiftini undir mátingunum vóru ongantíð ring fyri laksin. Hinvegin er greitt, at tá avgerð verður tikin um stødd á alieindum og hvar tær skulu vera, so skal hædd takast fyri, hvussu nógv minni rásarúm fiskurin kann hava, serliga tá bæði stór alda og harður streymur raka samstundis.

Ása Johannesen er høvuðshøvundur, og viðhøvundar eru Øystein Patursson, Jóhannus Kristmundsson, Signar Pætursonur Dam, Mats Mulelid og Pascal Klebert.

Mynd: Ólavur Frederiksen

Kelda: Fiskaaling