1bd71316235d74d3430ddad06c59f323.jpg
Skriva út
Lagt út: 02.10.2015

Stefanie Binzer vart ph.d. um MS við støði í føroyskum tilfari

Fríggjadagin 2. oktober vardi Stefanie Binzer ph.d. ritgerð við Syddansk Universitet. Ritgerðin kallast “Multiple sclerosis: searching for the missing heritability in the isolated Faroe Islands”.

Stefanie Binzer er lækni Hon hevur í ph.d. verkætlanini kannað stóran part av føroyingum við MS fyri at meira innlit í kronisku sjúkuna Multiple Sclerosis, har bæði gen og umhvørvi spæla inn. Ein vísindalig tesa, sum hevur havt epidemologiskan áhuga seinastu 50 árini er, at MS ikki er komið til Føroya fyrr enn undir Seinna Heimsbardaga. Hetta hava nýggju kanningarnar sett spurnartekin við.

Stefanie Binzer hevur gjørt genetiskar kanningar fyri at eftirkanna, um innannøring kann vera orsøk til tilburðir av MS i Føroyum. Kanningarnar benda á, at tað ikki er størri vandi fyri at fáa MS orsakað av innannøring.

Genetisku kanningarnar benda eisini á eitt møguligt samband millum genið SORCS3 og MS, men hetta má kannast nærri, áðrenn nakað kann sigast við vissu.

Høvuðsvegleiðari hevur verið Egon Stenager, professari á Institut for Reginal Sundhedsforskning, Syddansk Universitet. Hjávegleiðarar hava verið Jan Hillert, Karolinska Instituttet, og Kirten Ohm Kyvik, professari á Institut for Regional Sundhedsforskning, Syddansk Universitet.

Bjarni á Steig, yvirlækni, hevur verið kliniskur ábyrgdarhavi á Landssjúkrahísinum.

Í metingarnevndini vóru:
Caroel Ober, doktari við Department of Human Genetics, University of Chicago
Henning Andersen, professari á Neurologisk Adeling, Aarhus Universitetshospital
Lillian Bomme Ousager, kliniskur lektari á Klinisk Institut, Syddansk Universitet, sum var forkvinna.

Verkætlanin er stuðlað av Vetenskapsrådet, Hjärnfonden og Karolinska Instituttet í Svøríki, Scleroseforeningen í Danmark og Sclerosufelagnum í Føroyum, Aase og Ejnar Danielsens fond og Bent Bøgh og Hustrus fond.

Les um Stefanie Binzer í Heilagrunninum

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum