Skriva út
Lagt út: 21.10.2010

Starv: Hálvur høgguslokkur - umsóknarfreist 11.11.10


Granskingarráðið sóknast eftir einum fólki at taka sær av ymsum skrivstovuarbeiði, fyriskipan av tiltøkum o.a.

Vit hava brúk fyri:
Einum fleksiblum fólki við royndum og/ella evnum innan hesi øki:
• elektroniska journal
• bókhaldskipanina hjá Gjaldstovuni
• kunning og samskifti

Tú mást eisini kunna átaka tær aðrar fyrifallandi uppgávur, stórar og smáar.

Vit kunnu bjóða:
Eitt hálvtíðarstarv við fyribils setan til 31.12.2011, við møguleika fyri leinging.
Eitt litið arbeiðspláss í hugnaligum umhvørvi.
Fjølbroyttar uppgávur við frælsi at skipa arbeiðið innan avtalaðar karmar.

Setanartreytir eru sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið ella annað avvarðandi yrkisfelag.

Um okkum:
Formliga:
• umsita vit Granskingargrunnin, sum stuðlar verkætlanum við uml. 7 mió kr. árliga.
• eru vit skrivstova hjá Granskingarnevndini og Vísindaráðnum
• ráðgeva vit Landsstýrinum í granskingarpolitiskum spurningum
• eru vit sambindingarlið millum ES og Føroyar á granskingarøkinum FP7
• luttaka vit í norðurlendskum samstarvi um gransking

Tað merkir, at vit:
• eru í dagligum samskifti við granskarar, stovnar og virkir um stuðlaðar verkætlanir og um komandi verkætlanir
• arbeiða neyvt saman við miðfyrisiting og politisku skipanini um granskingarpolitikk
• ráðgeva í sambandi við føroyska luttøku í ES-granskingarskránni FP7 og í norðurlendskum samstarvi
• kunna um gransking og granskingarúrslit, m.a. á www.gransking.fo, í e-tíðindabrøvum, á Vísindavøku og øðrum tiltøkum

Les meira um okkum á www.gransking.fo ella set teg í samband við Anniku Sølvará, stjóra, á tel 567800 fyri at fáa fleiri upplýsingar.

Umsókarfreistin er 11.11.10. Umsóknir við avritum av prógvum v.m. kunnu sendast við telduposti til annika@gransking.fo ella við posti til: Granskingarráðið, Bryggjubakki 12 Postrúm 259, 110 Tórshavn.