Skriva út
Lagt út: 19.09.2023

Spýði av møði tá vaktin var liðug

Í meira enn eitt ár – frá norðoyastevnu 2017 til ólavsøkudag 2018 - savnaði Annbjørg Abrahamsen dátur um heilsustøðuna hjá fiskimonnum. Hon var tilsamans 202 dagar á sjónum við 16 ymiskum línuskipum, garnaskipum og trolbátum.

- Upprunaliga var ætlanin at hava ein buss standandi á keiini, so eg kundi kanna menninar, áðrenn teir fóru umborð, og tá teir komu í land aftur. Men tað hevði ikki givið nóg góð úrslit, tí eg vildi eisini hava mátingar, meðan teir eru til arbeiðis, og eftir síðstu vakt, áðrenn teir sigldu heim. Eg gjørdi tí av, at eg skuldi sjálv fara við, sigur hon.

Onkrar túrar mátti Annbjørg eisini arbeiða sum kokkur og dekkari. Tá fekk hon at merkja á egnum kroppi, hvussu stravið lívið umborð á smærru skipunum er.

- Tað var ræðuliga hart. Eg spýði, so skjótt eg kom av vakt, og tað var av møði og ikki av sjóverki. Men tað gav mær nógvar royndir og vitan um arbeiðsumstøðurnar, og eg kom øðiliga tætt uppá manningina og prátið í skúrinum. Tað var ordiliga gagnligt fyri mítt arbeiði við innsavningini av dátum, sigur hon.

Flestu túrarnir hjá Annbjørg vóru við ísfiskalínuskipum, ið vóru upp ímóti 60 ára gomul. Teir túrarnir lógu um tvær vikur. Hon var eisini ein túr við einum frystilínuskipi, sum vardi 39 dagar.  Harumframt var hon fleiri túrar við garnabátum og trolbátum, ið vóru úti í umleið fimm dagar. Tilsamans vóru túrarnir 18 í tali, og 157 menn luttóku í kanningunum hjá henni.

Umframt at fylla út spurnabløð um arbeiðssøgu, arbeiðstímar og sálarliga og likamliga heilsu skuldu fiskimenninir, ið luttóku í kanningunum, skráseta svøvn og tyngd í dagbókum, sum vórðu førdar allan túrin, og skráseta tíðina, tá ið teir løgdu seg at sova, og tá ið teir vaknaðu.

Fyrst á túrinum og aftur síðst á túrinum skuldu menninir gera nakrar testir á teldu, millum annað av reaktiónstíð, talminni og árvakni, fyri at staðfesta møguligar broytingar frá byrjanini til endan av túrinum.

- Teir flestu menninir vóru við uppá at gera kanningarnar, og tað virkaði eisini, sum um teir settu eitt sindur prís uppá, at onkur hevði áhuga fyri teirra umstøðum, sigur hon.

Les grein í Vísindavøkublaðnum um kanningar av møði hjá fiskimonnum her.

Vísindavøkublaðið 2023 sæst her.