Barnakona Og Kostur
Skriva út
Lagt út: 08.09.2025

Spurnartekin sett við altjóða tilmæli um jodstøði hjá barnakonum við støði í nýggjari kanning

Tvær nýútgivnar vísindaligar greinar varpa ljós á jodstøðuna hjá føroyskum barnakonum og seta spurnartekin við, um altjóða tilmælini eru ov strong. Kanningin, sum varð gjørd á Landssjúkrahúsinum í samstarvi við ljósmøður kring landið, vísir, at miðtalið fyri jodstøðið hjá 652 barnakonum var 110 µg/L – nakað lægri enn tilmælið hjá Heimsheilsustovninum (WHO), sum er 150 µg/L.

Kanningin: stórur hópur og fjølbroyttur kostur

Frá 2020 til 2022 vórðu barnakonur kring landið bodnar at vera við í kanning, sum Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum, undir leiðslu av Mariu Skaalum Petersen og Pál Weihe, skipaði fyri. Sum partur av kanningini hava Herborg Líggjasardóttir Johannesen og Anna Sofía Veyhe saman við ljósmøðrunum í Føroyum kannað jodstøðuna hjá barnakonum, og um skaldkertilin verður ávirkaður, um jodstøðið gerst ov lágt. 

Luttakararnir lótu blóðroynd, landroynd og svaraðu einum spurnarblaði um kostvanar og persónlig viðurskifti. Talið av luttakarum var so mikið stórt, at hópurin umboðar føroyskar barnakonur væl – bæði viðvíkjandi aldri, bústaði og tal av børnum, barnakonurnar hava átt áður.

Kostur og kostískoyti hava stóran týdning

Kanningin staðfestir, at kvinnur, ið ótu fisk og egg, høvdu hægri jodstøði enn tær, ið høvdu mjólkarvørur sum høvuðskeldu. Kostískoyti var ein týdningarmikil kelda til nøktandi jodstøði, serliga hjá teimum, sum eta lítið av jodríkum mati.

Eisini sást, at eldri barnakonur og tær við hægri útbúgving høvdu eitt sindur hægri jodstøði. Hetta kann hava samband við, at hesar kvinnur ótu meira av jodríkum mati – serliga fisk, fiskaúrdráttir og mjólkaúrdráttir.

Skjaldkertilin undir trýsti: nýggjur markørur kann nýtast

Ein av mest áhugaverdu niðurstøðunum í kanningini er, at mátingar av thyroglobulin (Tg) kunnu nýtast sum markørur fyri jodstøði í viðgongutíðini. Kvinnur við jodstøði undir 50 µg/L høvdu hægri Tg-støði – eitt tekin um, at skjaldkertilin verður ávirkaður og at hetta kann ávirka stoffskiftið. Hetta er serliga áhugavert, tí tað vísir, at skjaldkertilin hjá barnakonum háttar sær á sama hátt sum hjá øðrum vaksnum fólkum, tá jodstøðið gerst ov lágt.

Týdningurin fyri barnið og heilsupolitikk

Jod er ein grundarsteinur í menningini hjá ófødda barninum, serliga fyri heilabúningina. Tí er týdningarmikið, at heilsumyndugleikarnir í Føroyum hava greiða mynd av jodstøðuni hjá barnakonum og tryggja, at tilmælini eru hóskandi.

WHO mælir til, at fólk fáa jod frá kostinum – ikki bert sum kostískoyti. Jod er serliga í fiski, eggum, mjólk og tara (sum kann hava sera høg virði og skal etast við fyrivarni). Um kvinnur eta ov lítið av hesum mati, er kostískoyti eitt gott alternativ.

Niðurstøða

Um vit fylgja tilmælunum frá WHO og norðurlendsku kostráðunum, so fáa føroyskar barnakonur í so lítið av jodi í viðgongutíðini. Men úrslitið av mátingunum av thyroglobulin vísti, at skjaldkertilin verður ávirkaður, tá jodstøðið er undir 50 µg/L, sum er væl lægri enn tilmælið frá WHO. Tí kann tykjast, at markvirðið fyri jodstøðið hjá barnakonum er í so strangt. Ongar regluligar jodkanningar eru av barnakonum í Føroyum, men henda kanningin kann geva heilsumyndugleikunum grundarlag fyri at umhugsa, hvørt markvirðið eigur at verða endurskoðað og harvið tilmælini til barnakonur.

Vísindaligar greinar og stuðul

Fyrra greinin, Iodine nutrition among pregnant women in the Faroe Islands, er útgivin í British Journal of Nutrition

Henda fyrsta vísindaliga greinin, sum viðger jodstøðuna hjá barnakonum í Føroyum, er partur av ph.d-ritgerðini hjá Herborg Líggjasardóttir Johannesen. Hon vardi ph.d.-arbeiði sítt 5 september. Les meira her.

Seinna greinin, Thyroid strain in pregnancy: a nationwide study of iodine nutrition and thyroglobulin among Faroese pregnant women, er útgivin í European Journal of Endocrinology.

Granskingarráðið (Sjúkrakassagrunnurin) og Betri Stuðul hava stuðlað verkætlanini. Les meira um verkætlanina her