Skriva út
Lagt út: 01.05.2013

Spurnakanning um málmenning hjá føroyskum børnum

Í samband við ph.d-verkætlanina hjá Sissal M. Rasmussen verður ein spurnakanning gjørd fyrst í juni mánað millum øll foreldur, sum eiga børn í aldrinum 8-36 mánaðir.

Ætlanin við hesi kanning er at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu føroysk børn mennast málsliga. Kanningin, sum er umsett og tillagað til føroysk viðurskifti, kallast MacArthur- Bates Communicative Development Inventory og er í tveimum pørtum. Eitt spurnablað er til tey smærru børnini sum kallast Orð og keipur (gestus) og eitt til tey størru sum kallast Orð og setningar. Við støði í hesum frágreiðingum ber til at gera eina skipaða og empiriskt grundaða lýsing av, hvussu føroysk børn menna málið.

CDI verður brúkt í nógvum øðrum londum, bæði hinum Norðurlondunum og eitt nú Onglandi og USA. Við kanningini ber eisini til at bera saman málmenning hjá føroyskum børnum og børnum í øðrum londum.

Spurnakanningin fer fram á netinum, við at foreldur verða biðin um at krossa á ein lista, hvørji orð børn teirra skilja og/ella brúka. Úrslitini av kanningini kunnu geva okkum vitan um, hvussu málið hjá føroyskum børnum mennist.

Sissal M. Rasmussen sigur seg vóna, at nógv foreldur fara at luttaka, soleiðis at vit fáa størri vitan um málsligu menningina hjá føroyskum børnum.

Les um verkætlanina, sum er lutvíst fíggjað úr Granskingargrunnium, í Stuðulsyvirlitinum

Les um Sissal M. Rasmussen í Heilagrunninum

Kelda: setur.fo