Skriva út
Lagt út: 15.12.2015

Sosial- og hugvísindi í Horizon 2020

Nýggjur bóklingur skal hjálpa møguligum umsøkjarum at finna evni í Horizon 2020, sum snúgva seg um sosial- og hugvísindi. Hetta eru evni, sum eru integrerað í øllum Horizon 2020 og talan er um útboðini fyri árini 2016 og 2017.

Sosial- og hugvísindi er tvørgangandi evni, men er serliga viðkomandi í tí partinum, sum nevnist 'Europe in a changing world: Inclusive, innovative and reflective societies'.

Í Horizon 2020 skal umsøkjari søkja saman við øðrum pørtum og fevna rímiliga breitt, bæði millum disiplinir og granskingarøki. Tvs. at umsókn, sum snýr seg um sosial- og hugvísindi, skal tvinna saman vísindafólk innan fleiri granskingarøki, eitt nú náttúruvísindi, tøkni, orku ella støddfrøði.

Sosial- og hugvísindi fevnir um eina røð av disiplinum, sum t.d. sosiologi og búskaparfrøði, sálarfrøði og søgu. Neyðugt er við íkasti frá øllum økjum fyri at stimbra og stuðla undir nýggja próvfasta vitan.

Tað er NCP netverkið Net4Society, sum hevur gjørt bólkingin.

Bóklingurin liggur her

Leita eftir útboði á Participant Portal her