Solva Snarroda
Skriva út
Lagt út: 29.09.2025

Sólvá Jacobsen helt bestu snarrøðuna

Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, vann snarrrøðukappingina á Vísindavøkuni í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin. 

Fýra luttakarar høvdu bjóðað seg fram at halda snarrøðu, men tveir fingu forfall, og av teimum báðum, ið eftir vóru, metti dómsnevndin, at Sólvá Jacobsen helt bestu røðuna.

Nevndin var samd um, at báðir luttakararnir hildu sera góðar snarrøður, og at trupult var at taka dagar ímillum, hvør røðan var best. Báðir luttakararnir dugdu væl at leggja fram, tey høvdu eina góða fangandi byrjan og ein reyðan tráð, ið gekk ígjøgnum framløguna, og komu fram til eina greiða niðurstøðu. 

Nevndin metti kortini, at Sólvá Jacobsen var eitt lítið vet frammanfyri við at vísa á sjálva granskingina í tí, sum hon greiddi frá. 

Í dómsnevndini vóru Katrin Apol frá Heilsustýrinum, Tórur Sjúrðarson frá Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi og Dagmar Joensen-Næs frá Granskingarráðnum.