Skriva út
Lagt út: 10.02.2012

Soleiðis ávirkar tónleikur heilan

Nýggjar royndir avdúka, at tónleikur setur gongd í ymisk kenslulig, rørsluslig og skapandi økir í heilanum.

Finskir granskarar hava ment ein nýggjan granskingarhátt, ið ger tað møguligt at kanna hvussu heilin viðgerð tónleik, eitt nú hvussu heilin viðgerð rútmu, tóna og klang.

Kanningin vísir, at ein røð av netmynstrum í heilanum verða sett í gongd, tá vit hoyra tónleik, eisini økir, ið stýra rørslu, kenslum og skapanarevnum, verða sett í gongd av tónleiki. Sambært granskarunum vil hesin nýggi háttur gera tað, at vit betur skilja dynamikkin í netmynstrunum í heilanum, og soleiðis skilja hvussu tónleikur ávirkar okkum.

Argentiskur tango ávirkar heilan
Við at nýta ‘functional magnetic resonance imaging’ (fMRI) tók granskaratoymið upp á band virksemið í heilanum hjá fólkum, ið lurtaðu eftir nýmótans argentinskum tango. Granskaratoymið var undir leiðslu av Dr. Vinoo Alluri frá Jyväskylä Universitet í Finnlandi.

»Okkara úrslit vísti fyri fyrstu ferð, hvussu ymiskt tónleikur setir í gongd kenslu, rørslu og skapandi økir í heilanum,« sigur, Petri Toiviainen, professari á Jyväskylä Universitet, ið eisini var partur av granskingartoyminum.

Við at nýta torskildar teldualgoritmur, ið vóru mentar serliga til hetta endamálið, greinaðu tey tónleikaliga innihaldið í einum tango, og funnu so statt fram til hvussu rútma, tóni og klangur broytist í tónleikinum.

Sambært Vinoo Alluri, doktara, er hetta fyrstu ferð ein tílík kanning verður gjørd við veruligum tónleiki, og ikki við endurskaptum ljóðum.

Allur heilin ávirkast av tónleiki

Ein samanbering millum atburðin hjá heilanum og tónlistaligu eginleikar hevði við sær eitt nýtt og áhugavert úrslit: Granskarnir funnu út av, at tað at lurta eftir tónleiki setir ikki einans tey auditivu økini í heilanum í gongd, men stór nervanetmynstur verða eisini ávirkað.

Eitt nú komu granskarnir fram til, at viðgerð við tónleiki, setir í gongd økir í heilanum, ið hava við rørslu at gera, og hetta styrkir fatanina av, at tónleikur og rørsla eru nær skyld.

Granskararnir funnu eisini útav, at limbisku økini í heilanum, ið eru tætt knýtt at kenslum, vóru við í viðgerðini av lagi og tónum.

Kenslur og løn knýtt at tónleiki

Og viðgerðin av klangi varð knýtt at virkseminum í sonevnda “default mode network”, DMN-skipanini, sum man setir í samband við “tankaflog,” “hugaferðing,” og kreativitet.

“Vit halda, at okkara úrslit geva eina meira álítandi vitan um viðgerðina av tónleiki í heilanum, enn teir meiri vanligu hættirnir,” sigur Petri Toiviainen.

Hann leggur aftrat, at tey økini í heilanum, sum eru knýtt at kenslum og løn hava í eldri royndum víst virksemi, tá fólk hava lurtað eftir tónleiki í sterkum løtum av njótilsi.

Men hendan kanning, sigur hann, er tann fyrsta, sum staðfestir hvørjir tónleikarligu eginleikar skapa virksemi í hesum økjum.

Granskingarúrslitini vóru útgivin her fyri í tíðarritinum NeuroImage.

Kelda: Videnskab.dk