Skriva út
Lagt út: 01.05.2019

Søgulig føroysk skjøl tøk á netinum

Síðan á nýggjárinum hava upp í 15 fólk á deildini hjá Rigsarkivet í Viborg dagliga avmyndað og talgilt stóran part av skjalagoymsluni hjá Rigsarkivet, sum snýr seg um Føroyar.

Á Flaggdegnum almannakunngjørdi Rigsarkivet fyrsta partin av skjølum viðvíkjandi Føroyum á heimasíðuni Arkivalieronline. Nú ber til hjá øllum áhugaðum at logga inn á síðu um Føroyar og har leita fram ymisk søgulig skjøl. Tey fyrstu skjølini telja tilsamans 127. 857 talgildar skjalamyndir.

Hetta eru skjøl frá Dansk Kancelli heilt aftur til 1583 umframt prestakallsbøkur. Har eru eisini eitt umfatandi savn av skjølum frá Kongiliga Einahandlinum og tann elsti parturin av skjølum frá løgmálaráðnum, sum umsat føroysk mál frá 1849 til 1935. Haraftrat koma fólkateljingar, deyðsattesir frá 1871 til 1971 og “Medicinalindberetninger” frá 1817 til 1944.

Meira í væntu

Hetta er bara ein lítil partur av tí, sum koma skal. Tí hesi skjøl koma bara frá tí fyrsta lastbilinum við skjølum frá Ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn, sum vórðu flutt til Viborg til avmyndingar.

Í næsta mánaði fer aftur ein lastbilur fullur av skjølum úr Keypmannahavn til deildina í Viborg, har tey eru serkøn í at avmynda søgulig skjøl. 
Mál viðvíkjandi Føroyum fluttu frá løgmálaráðnum til forsætismálaráðið í 1935, so skjølini frá forsætismálaráðnum frá 1935 til 1970 koma eisini fram í ljós. Nógv skjøl liggja alment frammi á Arkivalieronline, meðan bindingar kunnu vera lagdar á onnur skjøl. Í teimum førunum krevst ein umsókn um skjalainnlit.

Arbeiðið at avmynda føroysku skjølini á Ríkisskjalasavninum heldur fram alt árið, og tá tað er liðugt verður tað mesta av tilfarinum um Føroyar, sum liggur á Ríkisskjalasavninum, tókt hjá øllum at leita í á netinum.

Fólkatingsmaður fekk samstarv í lag

Ríkisskjalasavnið gjørdi eitt líknandi átak herfyri, tá øll kend skjøl viðvíkjandi Vestindisku oyggjunum vóru talgild og løgd á netið, so tað eisini liggur fyri hjá fólki uttan fyri Keypmannahavn at granska í skjalagoymslunum hjá Rigsarkivet.

Tað var m.a. hetta, sum gav Magna Arge, fólkatingsmanni íblástur til at fáa eitt samstarv í lag millum danska ríkisskjalasavnið og føroyska landsskjalasavnið um at talgilda skjølini um Føroyar, so fleiri fáa atgongd til týðandi keldur, og vit fáa demokratiserað okkara søgu.

Mynd: Úr Navnekartotek over Grønlandske og færøske embedsudnævnelser (1855 - 1865), s. 18

Kelda: Magni Arge