studul 2026.jpg
Skriva út
Lagt út: 23.09.2026

Søk stuðul til gransking áðrenn 15. februar 2027

Granskingarráðið letur eina ferð um árið stuðul til gransking.

Nú er latið upp fyri umsóknum um stuðul í 2027. Umsóknarfreistin er 15. februar 2027 kl. 12.00 føroyska tíð.

Stuðul kann latast til gransking, sum verður framd av føroyskum granskara, verður framd í samstarvi við føroyskan granskingarstovn, ella sum verður mett at hava samfelagsligan týdning fyri Føroyar. Stuðul kann latast bæði til grundgransking og nýtslugransking. Talan kann vera um ph.d.-verkætlanir, postdoc-verkætlanir og aðrar granskingarverkætlanir, sum vara í meira enn seks mánaðir. Eisini kunnu vinnuligar granskingarverkætlanir fáa stuðul, men tá verður bert stuðul latin til sjálvan granskingarpartin. 

Í metingini av umsóknunum verður dentur lagdur á vísindaliga dygd, ávirkan og íverksetan. Tað er harumframt ein fyrimunur, um verkætlanin er við til at styrkja føroyska granskingarumhvørvið. Hetta kann eitt nú vera við at skapa dátur og varandi vitan og førleikar, við at menna samstarv millum granskarar, granskingarstovnar og vinnufyritøkur ella við at styrkja altjóða samstarv og flytføri.

Neyvari krøvini kunnu lesast í lýsingini: Stuðul til gransking 2027

Dagførdar reglur og vegleiðing

Í sambandi við ársins lýsing eru reglurnar - Terms of Reference - dagførdar og ein neyvari vegleiðing gjørd. Mælt verður umsøkjarum til at kunna seg væl um hesi skjøl, áðrenn farið verður undir at skriva umsóknirnar.

Kunningarfundur um stuðulsmøguleikar verður mikudagin 7. oktobur kl. 14.00-15.30 á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøtu 25, veghædd.

Umsøkjarar og stovnar ella fyritøkur, sum ætla at søkja, eru vælkomin at venda sær til Granskingarráðið at fáa ítøkiliga vegleiðing. Teldupostur gransking@gransking.fo og telefon 567800.

Gevið gætur, at lýsingin er við fyrivarni fyri, at løgtingið játtar pening til skipanina í 2027. Játtanin í 2026 var 9 mió. kr.