Skriva út
Lagt út: 20.01.2023

Søk stuðul til gransking áðrenn 15. februar

Nú er minni enn ein mánaður til freistina at søkja stuðul til gransking í 2023. Árliga freistin er 15. februar kl. 12.

Í ár eru tvær ymsar stuðulsskipanir, har til ber at søkja:

Stuðul til gransking. Hetta er við fyrivarni fyri, at Løgtingið játtar pening til skipanina í 2023. Játtanin í 2022 og undanfarnu árini hevur verið 7,5 mió. kr.

Stuðul til arbeiðsmarknaðargransking. Tað eru í hesum umfarinum upp til 2,5 mió. kr. tøkar at søkja. Játtanin kemur frá Frítíðargrunninum, sum varð umskipaður í 2022.

Fyri báðar skipanir er galdandi, at stuðul kann latast til gransking, ið verður:

- framd av føroyskum granskara ella
- framd í samstarvi við føroyskan granskingarstovn ella
- mett at hava samfelagsligan týdning fyri Føroyar

Tað er ásett, at stuðul kann latast verkætlanum við grund- og nýtslugransking:

- Ph.d.-verkætlanum
- Verkætlanum, sum eru longri enn 6 mánaðir
- Vinnuligum granskingarverkætlanum (bara stuðul til gransking)

Tað er ein fyrimunur, at tann einstaka verkætlanin styrkir føroyska granskingarumhvørvið við:

- dátum og varandi vitan og førleikum
- samstarvi millum fleiri granskarar/granskingarstovnar og/ella vinnufyritøkur
- altjóða samstarvi og flytføri

Tað er krav, at í minsta lagi 1/3 verður fíggjaður av øðrum enn Granskingarráðnum. Minstamark fyri stuðli til eina verkætlan er 300.000 kr. Einki loft er fyri samlaðu fíggjarætlanina, men játtan frá Granskingarráðnum fer sjáldan væl upp um 1 mió. kr. til granskingarverkætlanir, ella 1,5 mió. kr. til ph.d.-verkætlanir.

Neyvari krøvini kunnu lesast her: Stuðul til gransking og Stuðul til arbeiðsmarknaðargransking

Góð ráð til umsøkjarar

Granskingarráðið skipaði í november fyri kunningarfundum við góðum ráðum til teirra, ið ætla at søkja. Til ber at síggja framløgurnar fyri fundunum her á føroyskum og enskum.

Umsóknir skulu skrivast á enskum á umsóknarportalinum.

Umsøkjarar og stovnar ella fyritøkur, sum ætla at søkja eru vælkomin at venda sær til Granskingarráðið at fáa ítøkiliga vegleiðing. Teldupostur gransking@gransking.fo og telefon 567800.