Skriva út
Lagt út: 28.08.2009

Søk nú stuðul til “Effektstudier og tilpasning til klimaendringer”


Topforskningsinitiativet (TFI) lýsir eftir umsóknum til norðurlendk netverk innan “Effektstudier og tilpasning til klimaendringer.” Deadline er 13. november 2009 (16:00 CET)

TFI er størsta felags norðurlendska raðfestingin av gransking og menning nakrantíð. Umframt at verða við til at loysa alheims veðurlags hóttanina, so skal tiltakið styrkja norðurlond, sum eina økiseind innan gransking og menning.

Málið við hesum partinum er fáa til vega meira vitan um ávirkanina av verðurlagsbroytingunum, um tørvin hjá samfelagnum og teir møguleikar, sum ávirkanin av veðurlagsbroytingunum kann føra við sær í mun til norðurlendsku økiseindina.

Eitt norðurlendskt netverk fevnir um granskaraumhvørvi frá minst trimum norðurlendskum londum. Eggjað verður til tvørfákligar umsóknir.

Meira kunning her, og les alla útboðsorðingina her.