Skriva út
Lagt út: 23.09.2011

So nógv klókari!

Vísindavøkan 2011 er farin at halla, bara eitt tiltak er eftir. Tað verður í kvøld kl. 19, har matur og matframleiðsla úr einum granskingar- og menningarsjónarhorni eru á skránni. Jóan Pauli Joensen, professari, Annika Waag, góðskuleiðari, og Rólvur Djurhuus, verkætlanarleiðari, fara fyrst at greiða frá, síðani er royndarsmakking og tónleikur við Gunnar Nolsøe á skránni. Tiltakið er í Klingruni í Norðurlandahúsinum, tað er alment og ókeypis..

Vísindavøkan í ár er tann størsta og eftir okkara tykki tann mest væl eydnaða. Ikki minst dagurin í dag hevur verið avbera góður. Frá morgunstundini vóru framsýningarnar og framløgurnar væl vitjaðar, serliga av skúlanæmingum. Leysligu metingar okkara eru at umleið 400 fólk hava verið til Vísindavøku í Norðurlandahúsinum í dag.

Í komandi viku fara vit at hava frásagnir, myndir og tilfar frá Vísindavøkuni á gransking.fo.

Fyribils vilja vit bara takka øllum, sum hava hjálpt til og øllum sum hava verið við. Vit halda, at vit vissu kunnu siga, at vit øll eru nógv klókari í kvøld :)