bc850bc775b095392bc9dc45a6d5be5c.JPG
Skriva út
Lagt út: 07.11.2012

Skulu útbúgving og gransking vera ein handilsvøra?

Mikudagin 21. november kl 19.30 verður fyri lestur við Knud Kjeldstadli í samkomuhøllini á Námsvísindadeildini (Føroya Læraraskúla) við heitinum "Skulu útbúgving og gransking vera ein handilsvøra?"

Norski søguprofessaranis, politikarin og kjakarin Knut Kjeldstadli starvast á Universitetinum í Oslo og fekk Brage-prísin fyri ‘Norsk innvandringshistorie’ í 2003. Kjeldstadli gav í 2010 út bókina ‘Akademisk kapitalisme’, sum fyrilesturin í Havn tekur støði í.

Tað er Føroya Fróðskaparfelag sum skipar fyri tiltakinum, tað er alment og ókeypis. 

Samandráttur:
‘í dag síggja vit eitt sterkt rák, sum gongur í móti eini akademiskari kapitalismu. Útbúgving verður ikki longur roknað sum ein almennur ágóði, men sum ein vøra, tann lesandi skal gjalda fyri.
Granskingin rættar seg ikki eftir tørvinum hjá menniskjum, men ímóti úrslitum, sum kunnu geva vinning. Serliga verða smá samfeløg rakt av hesum ódemokratiska ráki. Í fyrilestrinum lýsir og viðger Kjeldstadli hesi hugrák.
Neyðugt er at finna aðrar leiðir enn tær marknaðarlagaðu. Tað førir ongan veg at einans tosa um “reina andan”. Fyrilesturin grundgevur tískil fyri “samfelagsbundna universitetinum”, sum tekur sosiala ábyrgd og samfelagsnyttu í størsta álvara, tó uttan at avmarka hetta til spurningin um vørur, sum kunnu seljast’.

Les um Knud Kjeldstadli her

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum