Skriva út
Lagt út: 05.08.2022

Skrivari til Granskingarráðið

Eitt starv sum skrivari í Granskingarráðnum er leyst at seta frá 15. september 2022. Starvið er í løtuni hálvtíðarstarv.

Talan er um farloyvisstarv til august 2023.

Tað er týdningarmikið, at tann, sum settur verður, dugir væl at orða seg skrivliga, er nærlagdur, hevur góð samstarvsevni og evni at tillaga seg til broyttar arbeiðsumstøður.

Uppgávurnar

Uppgávurnar fevna um bókhald, verkætlanarumsiting, heimasíðu og sosialar miðlar, smærri KT-uppgávur, fyriskipan av tiltøkum, journal, umframt annað vanligt skrivstovuarbeiði.

Vit vænta, at tú hevur:

skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
talskil og góðan kunnleika til bókhaldsarbeiði
góðar telduførleikar

Vit kunnu bjóða:

Eitt hálvtíðarstarv frá 15. september 2022 ella skjótast til ber
Eitt lítið arbeiðspláss í hugnaligum umhvørvi
Fjølbroyttar uppgávur við frælsi at skipa arbeiðið innan avtalaðar karmar. 

Setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið og lønt í 4. flokki.

Umsóknir

Umsóknarfreistin er 29. august 2022. Umsóknir við avritum av prógvum v.m. kunnu sendast við telduposti til starv@gransking.fo

Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Anniku Sølvará, stjóra, á tel 567803.

Les um Granskingarráðið á gransking.fo

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.