Visindavoka 2025.png
Skriva út
Lagt út: 28.08.2026

Skráin fyri Vísindavøkuna 2026 kunngjørd

Vísindavøkan 2026, tann 19. í røðini, verður í Sjóvinnuhúsinum í Havn tann 25. september.

Skráin er júst almannakunngjørd. 

Her verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa gransking og nýskapan, úrslit og nyttuvirði av hesum fyri fólk í Føroyum.

20 stuttar framløgur verða í Kongshøll á 4. hædd frá kl. 8.30 til kl. 15.00. 

Á Svalanum á 2. hædd og uttanfyri verða tiltøk fyri stór børn, ung og vaksin. Umboð frá stovnum og feløgum fara at hava samvirkin tiltøk og kapingar á básum. Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. og Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir.

Dagurin endar við einum miðlafagnaði kl. 15.30 við snarrøðukapping, einum gestainnslag um tá list og gransking samskapa. At enda verður heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking handað. 

Tað er ikki neyðugt við tilmelding til einstøku framløgurnar. Øll eru vælkomin og øll tiltøk eru ókeypis.

Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum. KVF tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.

Øll skráin sæst her

Skráin fyri Vísindavøku á ferð sæst her

Myndin er frá Vísindavøkuni 2025.

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum