Skriva út
Lagt út: 14.03.2019

Skrá fyri verkstovu um atgeingi til talgilt tilfar

Hósdagin 28. mars frá kl. 9.00 til 14.00 verður verkstova um atgeingi til talgild tíðarrit og dátugrunnar.

Tiltakið verður í Kongshøll. Tað eru Fróðskaparsetrið, Granskingarráðið og Landsbókasavnið, sum skipa fyri.

Skrá

Vælkomin – Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum
Stutt um skránna og um ætlanirnar við verkstovuni.

Atgeingi í Føroyum – Annika Smith, landsbókavørður
Um E-feingi samstarvið, skipan, atkomulig tíðarrit og grunnar

Transforming Norwegian research to open access. Norway's experiences in changing their consortia models from read-only to publish-and-read  – Tore Nilsen, seniorráðgevi á deildini fyri lisensavtalur og Open Acess hjá UNIT í Noregi.
Tore Nilsen fer at greiða frá um avtalurnar og samskiftið, sum tey í Noregi hava við vísindaforløg. Hann fer eisini at tosa um avleiðingarnar av Open Access politikkinum hjá Noregi og um gongdina við Plan S.

Kaffisteðgur - 20 min.

Research registration and Open Access: an overview of the Danish landscape  – Anne Thorst Melbye, leiðari á PURE skrivstovuni á Syddansk Universitetsbibliotek.
Anne Thorst Melbye fer at greiða frá skipanini PURE, sum er til at skráseta allar granskingarútgávur, og um donsku Open Access tilgongdina.

Ábit - 30 min.

Tørvurin á atgeingi og tænastum í Føroyum í dag. Stutt innlegg, sæð úr ymsum sjónarhornum – 
Magni Mohr, dekanur á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum. 
Karin Margretha H. Larsen, deildarleiðari á Havstovuni.
Rúni Weihe, deildarleiðari á Havsbrún

Føroyskur Open Access politikkur – Annika Sølvará

Kjak og samanumtøka 


Framløgurnar hjá gestarøðarunum verða hildnar á ávikavist norskum og enskum, meðan teksturin á myndunum verður á enskum.

Tað er ikki neyðugt við tilmelding, men luttakarar kunnu siga frá við at melda seg til Facebook tiltakið her 

Les meira um tiltakið her