Skriva út
Lagt út: 06.01.2022

Skrá fyri framløgutiltak um Sjúkrakassagrunnin

Granskingarráðið skipar fyri framløgu um Sjúkrakassagrunnin í Smæruni hósdagin 6. januar 2022 kl. 13.00 – 15.30.

Fundurin verður fyri innbodnum orsakað av koronustøðuni, men hann verður stroymdur, so til ber hjá øllum at fylgja við.

Leinkja til stroymingina er her.

Skrá

Kl. 13.00       
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, bjóðar  vælkomin og greiðir frá Sjúkrakassagrunninum

Kl. 13.15
Framløgur (10 minuttir)
Tóra við Keldu, Megd: Kanningarverkætlanir um fyritíðarpensjónistar, bók um rættindi hjá fólki, ið bera brek, og kunningarátak við heitinum Broyt hvussu tú hyggur, og hygg hvussu tú broytist
Marnar Fríðheim Kristiansen, Fróðskaparsetrið og Landssjúkrahúsið: Ph.d.-verkætlan við kortlegging og greining av krabbameinstilburðum í Føroyum
Maria Skaalum Petersen, Deplinin fyri Heilsu- og Almannagransking: Virksemið á Deplinum

Kl. 13.45
Framløgur (5-7 minuttir)
Elin Reinert Planck, Kvinnuhúsfelagið: Royndir frá 25 ára arbeiði
Turid Jacobsen, Ergoterapeutfelagið: Kanningarverkætlanir um hjálpartólatænastur
Anna Sofía Fjallheim, Fróðskaparsetrið: Ph.d. verkætlan um at staðfesta føðitunglyndi
Jacobina Kristiansen, Fróðskaparsetrið og Landssjúkrahúsið: Ph.d. verkætlan um ávirkan av langtíðarvenjing á blóðstorknan hjá sjúklingum við hjartaæðrasjúku
Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrið: Ph.d. verkætlan um heilsustøðuna hjá sjeyti og áttati ára gomlum føroyingum

Kl. 14.30
Steðgur

Kl. 14.45
Pallborðskjak um stuðul til at menna heilsuøkið

Luttakarar:
Jákup N. Olsen, fyrrv. nevndarformaður í Sjúkrakassagrunninum
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Magni Mohr, prorektari fyri gransking á Fróðskaparsetrinum
Jan Rasmussen, formaður í Granskingarnevndini á Landssjúkrahúsinum

Orðstýrari:
Dagmar Joensen-Næs, Granskingarráðið

15.30 Liðugt