Skriva út
Lagt út: 05.01.2011

Skordýr til døgurða heldur enn neytalundir?


Sambært eini nýggjari kanning, er sannlíkt, at skordýr eru munandi betri proteinkelda enn kjøt, um hugsað verður um ávirkanina á umhvørvið og veðurlagið.

Ein hálendskur granskingarbólkur hevur kannað, hvussu nógv umhvørvisgassir verða latin út, tá vit framleiða mat. Niðurstøðan er, at mjølormar og ongsprettur eru millum tær proteinkeldurnar, sum lata minst gass frá sær. Til dømis lata proteinir frá mjølormum minni enn eitt prosent av tí sum neytaproteinir lata út.

Sambært Science NOW ásanna granskararnir, at tað er ein stór avbjóðing at fáa fólk at eta t.d. ormverur og klukkur.

Kelda: forskning.no

Les meira um kanningina í PLoS ONE

Í nógvum londum verða ormverur sæddar sum rættiligar delikatessur. Myndin er frá eini kendari matstovu í Meksiko, har friturustoktar ormverur vóru millum tilboðini til forrætt. 

Mynd: A. Sølvará