Skriva út
Lagt út: 19.12.2014

Skjót viðgerð skal fyribyrgja føðitunglyndi

Sanne Storm, ph.d., ið starvast sum musikkterapeutur á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, fer nú undir eina granskingarverkætlan í samstarvi við Gigni og Ljósmøðratænastuna, sum skal greina nyttuna av at veita skjóta viðgerð móti angist og tunglyndi í sambandi við barnsburð.

Sanne Storm hevur fingið 1,5 mió. kr. úr Sjúkrakassagrunninum til verkætlanina.

Verkætlanin fevnir um fleiri kanningar, ið skulu greina, hvussu mammur við burðartunglyndi kunnu fáa skjóta og góða viðgerð.

Kvinnur, ið eru við barn, skulu kannast í 18. viku eftir eini serligari spurnarkanning, ið er ment í Edinburgh. Hesin kanningarháttur hevur víst seg at kunna finna fram til kvinnur tíðliga, ið eru í vanda fyri at fáa burðartunglyndi. Kvinnurnar skulu kannast aftur 10 vikur eftir føðingina.

Sambandið millum tær kvinnur, ið eru í vanda fyri at fáa burðartunglyndi, og børn teirra skal eygleiðast á ein serligan hátt, ið nevnist Bethlem-hátturin. Hesar eygleiðingar skulu brúkast til at stuðla foreldrum í at skapa trygt tilknýti til barnið og fyribyrgja umsorganarsviki.

Kvinnur, ið hava ella eru í vanda fyri at fáa burðartunglyndi, skulu fáa tilboð um at lata seg kanna eftir einum serligum raddar-kanningarhátti, sum Sanne Storm, musikkterapeutur, hevur ment. Endamálið við hesum kanningum er at finna fram til, um mátingar av styrki og tóna í røddini kunnu geva fleiri upplýsingar um, hvussu sálarliga støðan hjá mammuni er, og hvussu viðgerð ímóti burðartunglyndi virkar.

Sanne Storm er ógvuliga fegin um stuðulin.

- Tað hevur stóran týdning at varpa ljós á hendan málbólkin, serliga nú, tá so nógv verður spart á økinum. Nú fáa vit høvi til at dokumentera, hvussu stóran týdning tað hevur at seta tíðliga inn, og tær royndirnar vit fáa, kunnu nýtast á øðrum økjum eisini.