Skriva út
Lagt út: 09.12.2019

Skipanin við stuðli til útgávu av vísindagreinum og bókum dagførd

Nakrar smærri tillagingar eru gjørdar í skipanini til stuðul til útgávu av vísindagreinum og bókum. Tað er serliga umsóknarblaðið og vegleiðingin, sum er dagførd og umsett til enskt eisini. Stuðulsupphæddirnar eru óbroyttar.

Til ber eftir umsókn at lata stuðul til útgávu av javnlíkamettum (peer reviewed) vísindaverkum.

Allir granskarar í Føroyum kunnu søkja, tað er ikki krav, at verkætlanin hevur fingið stuðul úr Granskingargrunninum. Les neyvari krøvini í stuðulsskipanini her

Stuðul kann latast til endurgjald fyri útreiðslur í sambandi við útgávu av javnlíkamettum vísindaverki.

- Til útgávu av Open Access grein kann stuðulin í mesta lagi verða kr. 8.000.

- Til útgávu av bók, eitt nú ritgerðum og greinasøvnum, kann stuðulin í mesta lagi verða ein triðingur av prentkostnaðinum uttan mvg, tó ongantíð meira enn kr. 25.000 fyri hvørja útgávu.

- Stuðul til onnur serlig átøk kann í mesta lagi vera kr. 50.000.

Umsóknir skulu skrivast á serligt oyðublað og sendast talgilt til gransking@gransking.fo

Skipanin er stovnsett við fænum úr Eik Vísindagrunninum, sum Granskingargrunnin eftir áheitan yvirtók í 2015. Higartil er stuðul latin til á leið 30 útgávur.