Skriva út
Lagt út: 03.04.2014

Skipað samstarv um gransking og útbúgving á heilsuøkinum

Mánadagin 31. mars vórðu tvær avtalur undirskrivaðar um samstarv á heilsuøkinum. Ein millum Fróðskaparsetrið og Landssjúkrahúsið og ein millum Fróðskaparsetrið og Deildina fyri Arbeiðs- og almannaheilsu..

Avtalan millum Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetrið er um leiklutin hjá LS sum undirvísingarsjúkrahús og sum granskingarumhvørvi í samstarvi við Fróðskaparsetrið, og lýsir, hvussu útbúgving innan heilsuøkið skal styrkjast og gransking fremjast við tøttum samstarvi millum stovnarnar.

Ítøkiliga snúgva samstarvsavtalurnar seg um kliniska økið, KT-økið, umframt eftir-og víðariútbúgving. Miðað verður eftir at seta starvsfólk í samansett størv við parttíðarsetan á stovnunum. Eisini verður farið undir eina tilgongd, har vísindafólk í starvi á Landssjúkrahúsinum og á deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu verða knýtt at Fróðskaparsetrinum sum adjungerað vísindafólk sum lektari ella professari.

Eitt annað nýbrot í føroyskum høpi er ætlanin um at seta ein arbeiðsbólk at lýsa, hvussu ein grundútbúgving (BSc) í læknavísindum kann skipast í Føroyum, og hvussu framhaldsútbúgvingin kann tryggjast í samstarvi við útlendsk universitet.

Samstarvsavtala Fróðskaparsetrið og Landssjúkrahúsið 

Samstarvsavtala Fróðskaparsetrið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu 

Stuðul til samstarv

Avtalurnar um samstarv vóru undirskrivaðar sama dag, sum Granskingargrunnurin fekk handað fæið úr Sjúkrakassagrunni Føroya. Av tí fænum er avgjørt, at 7 mió. kr. kunnu brúkast til at menna gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar viðkomandi føroyskar stovnar fyri at menna heilsuøkið í Føroyum. Í næstum verður farið undir at kanning, hvussu hetta ítøkiliga kann gerast.

Les um fæið úr Sjúkrakassagrunninum her

Mynd og kelda: setur.fo