Skriva út
Lagt út: 02.03.2010

Skeið í "Academic Writing"


Psykiatriski Depilin skipar í heyst fyri skeiði í “Academic Writing” . Undirvísari verður Bobby Zachariae, Professor, dr.med., Psykoonkologisk Forskningsenhed, Aarhus Universitet. Skeiðið er sera væl umtøkt í Danmark, og starvsfelagar á SDU og AU siga seg hava havt 1 – 2 lidnar vísindaligar greinar, tá skeiðið endar.

Skeiðið gevur 4 ECTS stig og kann teljast við í Ph.D. útbúgving.

Fyrsta modul verður 27.-28. sept. 2010 og seinna modul verður 29. – 30. nov. 2010.

Prísur uml. 6.000,- (tengt av luttakaratali) Pláss er fyri í mesta lagi 16 luttakarar. Meldið tykkum til við einum telduposti til Tóru Petersen: lstorpe@ls.fo  áðrenn 1. apríl 2010. Bindandi tilmelding verður í mai.  Først til mølle-prinsipp!

Vegna Psykiatriska Depilin

Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni, og Tóra Petersen, sálarfrøðingur.