Skriva út
Lagt út: 23.03.2016

Sjúrður Hammer vart ph.d. um skúgv á University of Glasgow

Fríggjadagin 18. mars vardi Sjúrður Hammer ph.d.ritgerð sína við University of Glasgow. Verkætlanin kallast: “Feeding ecology and pollutant exposure of the great skua Stercorarius skua in the Faroe Islands.”

Verkætlanin bleiv gjørd undir vegleiðing av Ruedi Nager dr. og lektara á University of Glasgow, Robert W. Furness professara á University of Glasgow og Mariu Dam ph.d. og granskingarleiðara á Umhvørvisstovuni.

Uttanhýsis próvdómarin var Stephen Votier dr. og lektari á University of Exeter
Innanhýsis próvdómarin var David Bailey dr. og lektari á University of Glasgow

Sum vant tá ph.d. ritgerðir vera vardar í Bretlandi, so var verjan – ella viva, sum tað kallast har – ikki almenn.

Verjan gekk væl, og tað eru bert smávegis rættingar, minor revisions, sum skulu gerast, áðrenn endaliga útgávan av ritgerðini formliga kann góðkennast .

Endaliga ritgerðin við rættingunum skal latast inn í mesta lagi 4 mánaðir eftir verjuna og formliga eftirkannast. Síðani kann ph.d. heitið kann latast endaliga.

Ætlanin er at halda eina framløgu um verkætlanina í Føroyum einaferð tíðliga í summar.
Verkætlanin varð stuðlað av Granskingarráðnum, Umhvørvisstovuni og av Statoil Færøerne.

Les meira um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum 

Í 2012 gjørdi Gunnar G. Guttesen ein film um granskingina hjá Sjúrði Hammer til filmskapping hjá Granskingarráðnum. Filmurin, sum kallast: “Í síðsta enda eru tað hini forvitnu, ið broyta heimin”, vann filmskappingina og kann síggjast her