Sjúrður F. Olsen Professari Á KU
Skriva út
Lagt út: 07.11.2019

Sjúrður F. Olsen tilnevndur professari á KU

Sjúrður Fróði Olsen, ph.d. og dr.med. arbeiðir sum granskingarleiðari á Statens Serum Institut, har hann serliga granskar avleiðingar av ávirkanina á fostur í móðurlívi, kallað føtal programering.

Hann er nú eisini tilnevndur professari í epidemiologi á Københavns Universiteti. Professoratið er sett á stovn við avtalu millum Statens Serum Institut og Københavns Universitet fyri at tryggja eitt økt samstarv millum stovnarnar.

Í sambandi við tilnevningina er Sjúrður F. Olsen tilknýttur Afdeling for Epidemiologi á Institut for Folkesundhedsvidenskab, Sundhedsvidenskabelig Fakultet, Københavns Universitet.

”Vit hava í dag fleiri ábendingar um, at umstøður longu á fosturstigi kunnu ávirka -  ’programmera’ – vánirnar hjá fólk seinni í lívinum at fáa sjúkur sum typu 2 diabetes, hjartasjúkur og astma”, sigur Sjúrður F. Olsen.

”Hetta er eitt sera virkið granskingarøki. Í Danmark hava vit serliga góðar møguleikar at gera epidemiologiskar kanningar á økinum orsakað av landsumfatandi granskingarverkætlanini ’Bedre Sundhed i Generationer (BSIG)’.”

Sjúrður F. Olsen er varaleiðari á BSIG-verkætlanini. Hansara granskingarbólkur kannar serliga leiklutin hjá kostinum, bæði undir barnsburðinum, beint eftir føðing og seinni í lívinum.

Umframt starvið á SSI og professarastarvið á Københavns Universitet er Sjúrður F. Olsen atknýttur professari í føðslu við Harvard TH Chan School of Public Health og við Fróðskaparsetur Føroya.

Les meira um Sjúrð F. Olsen her

Kelda: SSI

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum