Skriva út
Lagt út: 14.10.2009

Sjúkur fiskur: størsta kelda til smittu


Eitt norskt granskingarlið hevur gjørt eitt modell, sum kann vísa sannlíkindini fyri, hvussu stórur vandi er fyri, at frískur alifiskur kann smittast við pankreasjúkuni (PD).

Granskararnir hava skrásett tøl í tíðarskeiðinum 2003 til 2007 fyri, hvussu fiskur á ymiskum alistøðum er útsettur fyri smittuvanda í einum hagfrøðisligum modelli, sum ger tað møguligt at rokna sannlíkindini fyri útbroti av PD í einum alivirki.

Í Føroyum er sjúkan ikki staðfest og arbeitt verður miðvíst við at halda henni burtur, sigur Debes Christiansen, patologur á Heilsufrøðisligu Starvsstovuni.

Í Noregi hava alarar trupulleikar við PD.

Ymiskt er, hvussu nógv av fiskinum, sum gerst sjúkur, fellir. Men norðmenn siga, at fellið er minst líka stórt, sum við herviligu ILA sjúkuni, ið eisini gjørdi nógv um seg í Føroyum fyri nøkrum árum síðani.

‘Smittutrýstið’ móti einum alibrúki varð roknað sum tann samlaða nøgdin av ávirkan frá alifiski við PD í økinum. Minkaði fjarstøðan til smittaða fiskin økist smittutrýstið. Og tess størri nøgd av sjúkum fiski í einum alibrúki, tess størri smittutrýst á umhvørvið.

Granskararnir funnu útav, at sannlíkindini fyri at eitt alibrúk bleiv smittað, øktist munandi, um smittutrýstið øktist frá lágum til miðal.

Miðal smittutrýst svarar til at hava eina miðalstóra nøgd av sjúkum alifiski í 2 km. fjarstøðu. Komið var eisini eftir, at smittuvandin ikki øktist munandi frá miðal smittutrýsti til høgt smittutrýst. Orsøkin til hetta kann vera, at sjálvt við miðal smittutrýsti verður mesti alifiskurin smittaður við PD-virusinum.

Við modellinum kann ein forsøgn gerast, sum sigur nakað um, hvussu smitta vil spjaða seg í einum øki.

kelda: forskning.fo