Skriva út
Lagt út: 13.06.2019

Sjóvarfalsverkætlanin hjá SEV og Minesto í Vestmannasundi fær 2,5 mió. evrur í stuðli frá ES

SEV boðaði í vikuni frá, at royndarverkætlanin við sjóvarfalsorku í Føroyum, sum SEV og svenska fyritøkan Minesto samstarva um, hevur fingið játtaðar 2,5 milliónir evrur í stuðli úr Horizon 2020 grunninum hjá ES.

“Hetta eru sera góð tíðindi fyri Minesto og samstarv okkara við SEV um sjóvarfalsorku í Føroyum”, sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto. “ES vísir enn einaferð, at tey hava álit á okkara slóðbrótandi tøkni og ætlanunum okkara at verkseta tøknina.”

Tær 2,5 milliónir evrurnar frá ES verða latnar til arbeiðið at seta tveir Deep Green drekar út í Vestmannasund fyri síðan at heysta orkuna, sum drekarnir framleiða úr sjóvarfallinum. Hetta er royndarverkætlan, sum SEV og Minesto formliga hava samstarvað um síðan november í 2018.

Alt eftir hvussu tøknin hjá Minesto roynist, kann sjóvarfalsorka gerast ein virðismikil og bíligur partur av samansetingini av orkukeldunum í elorkuframleiðsluni í Føroyum, sum í 2030 skal vera 100% burðardygg á landi.

Ein partur av arbeiðinum skal gerast í Svøríki og ein partur í Føroyum.

“Verkætlanin við serstøku og slóðbrótandi tøknini hjá Minesto er ómetaliga spennandi og kann fáa rættuliga stóran týdning fyri, hvussu samansetingin av grønu orkukeldunum verður, tá 100% av elorkuni á landi verður framleidd úr varandi orkukeldum í 2030”, sigur Tórfinn S. Simonsen, verkætlanarleiðari hjá SEV, “og hesar sløku 19 milliónir krónurnar frá ES fara sjálvsagt at lætta um tað arbeiðið, sum enn er eftir, áðrenn vissa fæst fyri, hvussu tøknin roynist her í Føroyum.”

Drekarnir vera báðir settir út í 2020. Í ár verður fundament sett á botnin og kaðlar verða lagdir frá fundamentinum inn á land við Oyrargjógv.

Les alt tíðindaskrivið frá SEV her

Horizon 2020

Stuðulsumsóknin hjá Minesto um pening umvegis skipanina ‘SME Instrument phase 2’ var ein av 1.765 øðrum umsóknum frá smáum og miðalstórum íverksetarum úr 35 londum, og fekk játtaðar hægst møguligu upphæddina 2,5 mió. evrur.

SME Instrument er partur av ES stuðulsgrunninum Horizon 2020, sum stuðlar slóðbrótandi hugskotum til tøkni, tænastur ella prosessur, sum eru til reiðar til altjóða marknaðarføring. Stuðulsætlanin er býtt í stig. Stig 1 letur upp til 50.000 evrur og hendan stuðul fekk Minesto í juni 2018. Stig 2 letur stuðul á 0,5 mió. evrur – 2,5 mió. evrur til innovatión, menning og verkseting.

Føroyskar fyritøkur og stovnar kunnu søkja hesa og allar aðrar skipanir í Horizon 2020 skránni. Granskingarráðið er bindilið millum Føroyar og ES á økinum og kann veita ráðgeving og hjálp til umsóknir.

Les meira um Horizon 2020 á gransking.fo og á ’Funding and Tenders’ portalinum hjá ES