Skriva út
Lagt út: 23.10.2023

Sjónvarpssendingar frá Vísindavøku í nýggjum hami

Allar framløgur frá Vísindavøkuni 2023, sum vórðu hildnar í Sjóvinnuhúsinum, eru nú tøkar sum sjónvarpssendingar á heimasíðu Kringvarpsins, sí her. Leinki er eisini til sendingarnar á gransking.fo her og á visindavoka.fo her.

Sendingarnar eru 20 í tali. Tær verða sendar í Sjónvarpinum týskvøld eftir Dag og Viku í heyst og í vetur.

Hetta er fimta árið, at Kringvarpið sendir framløgur frá Vísindavøkuni sum stakar sjónvarpssendingar. Í ár eru sendingarnar latnar í nýggjan ham við frágreiðing um granskaran og gransking hansara/hennara.

Fyrsta sendingin kemur í morgin, 24. oktober. Tað er Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum, sum fer at siga frá gransking síni um lívfrøðiliga aldring við støði í kanning av føroyskum kvinnum, sum er løgd fram í BBC-sendingini "Secrets of the Superagers".