Skriva út
Lagt út: 17.11.2017

Sjóneykan varð sett á samstarv og úrslit

Hósdagin 16. september var ráðstevnan Gransking í Føroyum 2017 hildin í Norðurlandahúsinum. Umleið 130 fólk luttóku á ráðstevnuni, sum Fróðskaparfelagið skipaði fyri. Tey flestu vóru granskarar og onnur starvsfólk úr granskingarumhvørvinum. Fólk úr ymsum aðalráðum og vinnuni vóru eisini við, umframt onkrir politikarar, sum vóru við part av degnum. Fleiri fólk úr italska vinafelagnum hjá Fróðskaparfelagnum, Accademia del Frignano, vóru eisini við.

Tað vóru 2 høvuðsfyrilestrar við gestum úr Norra og Danmark, 2 framløgur frá italienarum og 17 framløgur frá granskarum úr Føroyum. Hetta var um gransking á fleiri ymsum økjum, men serliga náttúruvisindaliga økið var væl umboðað.

Tað var eisini ein framsýning av postarum við stuttum lýsingum av aktuellum verkætlanum.

Fólk vóru samd um, at talan var um sera áhugaverda og væleydnaða ráðstevnu, har sjóneykan í stóran mun varð sett á samstarv og úrslit. Tað kom týðuliga fram, hvussu granskarar á ymsum stovnum og úr ymsum fakøkjum í samstarvi við fólk í Føroyum og aðrastaðni arbeiða við at granska og finna loysnir til aktuellar avbjóðingar.

Tað var týðuligt, at føroysku granskararnir standa einki aftanfyri sínar útlendsku starvsfelagar, og at vit hava eitt nýtt ættarlið av fólki, sum er væl brynjað at halda á við gransking, bæði á kendum og nýggjum økjum.

Fleiri av luttakarunum høvdu á orðið aftaná, at hetta átti at verið eitt afturvendandi tiltak, tí tað var sera gott at fáa innlit í, hvat aðrir granskarar gera, og møguleika at netverka tvørturum stovns- og fakmørk.

Verður hetta tiltakið aftur, so viðmæla vit í Granskingarráðnum politikarum og starvsfólki í almennu fyrisitingini at luttaka, tí hetta er eitt fínt høvi síggja og hoyra, hvat rørir seg í granskingarumhvørvinum.

Á Facebook síðu Granskingarráðsins eru myndir av postarum, sum vóru sýndir fram. Sí her