Skriva út
Lagt út: 23.04.2021

Sjókovin lagt ársfrágreiðing um fiskivinnuna 2020 fram

Hósdagin 22. apríl legði Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, fram fyrstu ársfrágreiðingina hjá Sjókovanum um fiskivinnuna í Føroyum.

Eini 50 fólk vóru til tiltakið, sum var í Smæruni í Havn. Fróðskaparsetrið og Sjókovin skipaðu fyri tiltakinum í felag. 

Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetrinum og stýrislimur í Sjókovanum, bjóðaði vælkomin. Hann røddi om týdningin av styrktum samstarvi millum Fróðskaparsetrið, vinnuna og aðrar partar í samfelagnum. Hann greiddi eisini frá samstarvinum millum Sjókovan og Fróðskaparsetrið.

Unn Laksá helt síðani eina framløgu, har hon byrjaði við at greiða frá um Sjókovan, upprunan, samstarv og virksemið higartil. Síðani legði hon nýggju frágreiðingina fram, sum starvsfólk hjá Sjókovanum hava gjørt.

Høvuðsgrundarlagið undir frágreiðingini eru almenn hagtøl frá Vørn og Hagstovu Føroya, umframt tilmælini frá Havstovuni og ICES. Í frágreiðingini eru hesi umrødd, greinað og sett upp við samvirknum talvum og myndum.

Millum evnini vóru:

- veiðutøl og avreiðingar, býtt á vekt, virði og skipabólkar.

- útflutningur, býttur á nøgd, sløg og marknaðir

- vørubólkar, býttir á sløg

- løntakarar, býtt á ár, virkisøki

Ein partur var harafturat um lívfrøðiliga grundarlagið, stovnsmetingar, umsitingarætlanir, um skipaflota, oljunýtslu o.a.

Frágreiðingin fyri 2020 sæst her. Ætlanin er at gera eina slíka frágreiðing á hvørjum ári.

Tiltakið varð stoymt. Til ber at síggja framløguna her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.