Skriva út
Lagt út: 29.11.2022

Sjálvstýri svarar

Nú løgtingsval er í hondum, hevur Granskingarráðið sett øllum politisku flokkunum fýra spurningar um gransking, menning og nýskapan, fyri at hoyra teirra hugsan.

Sjálvstýri svarar soleiðis:

Spurningur 1: Hvønn týdning hava gransking, menning og nýskapan fyri samfelagið?
Alstóran týdning. Í øllum londum á okkara leiðum eru vísindi, gransking og innovatión lykilin til burðardygga samfelagsmenning.

Spurningur 2: Hvat er tykkara visjón fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum?
Føroysk talentir skulu fáa beinleiðis atgongd til at royna seg á alheimsmarknaðinum - skipanir her heima skulu fáa tað til at bera til.

Spurningur 3: Nevn onkra granskingarverkætlan, sum tit halda, vit áttu at farið undir í Føroyum í næstum.
Vit eiga at fara undir at kanna, hvussu øll ferðsla kann umleggjast til grøna ferðslu - her eigur landsins samferðsla at verða fyrst fyri.

Spurningur 4: Eru onkur ítøkilig átøk, tykkara flokkur ætlar at fremja til frama fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum?
Vit ganga inn fyri, at allar Føroyar gerast 100% grønar. Vit hava serligt atlit til umhvørvið, tískil raðfesta vit tøkni sum sjóvarfallsorku høgt.

***

Umframt at svara spurningunum omanfyri, vórðu flokkarnir bodnir at taka “Granskingarkvissina”.

Tú kanst eisini royna teg her