Skriva út
Lagt út: 19.05.2011

Sjálvljóð gera tað torført at læra mál

Donsk børn eru verri til at uppbyggja sær gott orðatilfeingi enn javnaldrandi børn úr øðrum londum. Nú hava granskarar funnið eina sannlíka orsøk til, hví onnur mál eru torførari ella lættari at læra.

Ongin gransking er gjørd innan hetta økið í Føroyum, tí er tað trupult at gera eina samanbering við sjálvljóð í føroyska málinum. Tað er somuleiðis ikki møguligt at staðfesta, um føroysk børn hava eitt verri orðatilfeingi enn javnaldrandi børn úr øðrum londum, men vit hava í Føroyum ábendingar um hvussu talu- og orðatilfeingi er hjá føroyskum børnum.

Tá donsk børn eru eitt til hálvt annað ára gomul, skilja tey munandi færri orð enn javnaldrar frá øðrum londum.

Orsøkin til hetta er, at tað eru so nógv sjálvljóð í danska málinum.
 
Hetta hava granskarar á Syddansk Universitets Center for Børnesprog vita í fleiri ár.

»Tey mongu sjálvljóðini merkja, at donsk børn, í mun til børn frá øðrum londum, hava truplari við at avkota eitt mynstur í taluni hjá foreldrunum. Hettta ger tað truplari við at læra málið,« sigur Dorthe Bleses, leiðari av Center for Børnesprog.

Nú vísa kanningar, at trupulleikin við nógvum sjálvljóðum í málinum, er ikki bert ein trupulleiki í danska málinum. Tað vísir seg, at øll mál við ov nógvum sjálvljóðum eru trupul at læra.

Tá donsk børn eru eitt ára gomul, skilja tey í miðal 80 orð. Harafturímóti skilja eitt ára gomul børn í Svøríki í miðal 150 orð. Ikki fyrr enn donsku børnini eru tvey ára gomul eru tey á sama støði sum svensku børnini eru í eitt ára aldrinum.

Kanna hvussu nógv sjálvljóð eru í málum.
Altjóða gransking hevur víst, at hjáljóð hava ein týðandi leiklut, tá talan er um at skilja týdningin av orðum.

Donsku granskararnir fingu tí hugskotið at kanna hvussu nógv sjálvljóð og hjáljóð eru í danska málinum umframt 7 øðrum málum.

Granskararnir vildu nevnliga staðfesta um orsøkin til, at donsk børn so seint tilogna sær teirra mál, er orsaka av vanligum ljóðeyðkennum, sum liggja undir málinum.

Eitt av teimum sjey málunum er kroatiskt. Granskararnir frá Center for Børnesprog hava nevnliga fyrr funnið útav, at kroatisk børn hava eitt nógv størri orðatilfeingi enn donsk børn.

»So vit gjørdu eitt yvirlit, har vit settu upp hvuss nógv sjálvljóð- og hjáljóð eru í hesum útvaldum málum,« sigur Dorthe Bleses.

»Danskt er tað málið, ið hevur flest sjálvljóðseyðkennir. Danskt hevur 22 ymisk sløg av sjálvljóðum (sjálvljóð + hálv sjálvljóð) og17 hjáljóð.«

»Kroatiskt hevur einans 9 sjálvljóð og heili 23 hjáljóð,« sigur Dorthe Bleses.

Hon samanbar mongdir av sjálvljóðum í málunum við ávísum nøgdum av orðum, sum børn frá sjey londum megnaðu at siga, tá tey vóru á leið eitt ára gomul.

Yvirlitið vísti, at tað var ein beinleiðis samanhangur: Jú fleiri sjálvljóð, tess longri tíð tók tað at læra málið.

Hetta bendir á, at øll mál við nógvum sjálvljóðum eru trupul at læra.

»Tað er eyðsýnt hvussu væl innihaldið stuðlar hugskotinum,« staðfestir Dorthe Bleses.

Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðingur, sigur at tað er eitt sindur trupult at siga, hvussu mong sjálvljóð vit hava í føroyska málinum, tí tað veldst um hvussu nógv, vit velja at telja við.

»Í arvorðum hava vit 23 ymisk ljóð, taka vit so tað langa a (í t.d. havi, krani) og langt y (í t.d. typa), so eru vit uppi á 25. Taka vit so øy (í t.d. tøy, skøyta, sum sagt verður nógvastaðni), so eru vit uppi á 26. Men tað er ikki liðugt enn, tí vit hava au (í t.d. í navn og haun), so eru vit uppi á 27, og taka vit so sjálvljóð, sum vit hava í terapeutur, so eru vit uppi á 28,« sigur Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðingur.

Trupult at læra mál við mongum sjálvljóðum
Tá vit tosa eitt mál, eru tað ikki steðgir ímillum orðini, eins og tað eru reglubrot millum skrivað orð.
Og tá tað eru mong sjálvljóð og fá hjáorð í einum máli, verður tað trupult at læra.

Sambært Dorthe Bleses, er orsøkin til at hetta, at sjálvljóðini fáa orð til at ljóða sum um tey hanga meiri saman enn tey veruliga gera.

Tí hava lítil børn trupult við at skilja orðini at.

»Í donskum gera tey mongu sjálvljóðini, at tað ikki er nógv, sum sigur, at her er eitt orð, sum steðgar, og eitt nýtt, ið byrjar,« sigur Dorthe Bleses.

»Tá vit til dømis siga, ”bage alle kagerne’, ljóðar tað sum siga vit ’bageallekagerne’, « sigur Dorthe Bleses. 

Donsk orð hanga saman tá tey verða úttalaði
Tað eru nógv sjálvljóð í málinum og tað fær einkultu orðini at hanga saman og soleiðis ljóða sum eitt orð heldur enn fleiri orð.

»Vit skulu minna á, at barnið kemur í heimin uttan at vita nakað um hvussu málið er bygt upp.«

»Tí er tað eitt detektivarbeiði at finna fram til hvørji orð eru í málinum og hvat tey merkja.«

»Fyri at læra orðini skulu børnini fyrst duga at skyna á orðunum. Og tað er truplari á donskum enn á øðrum málum,« sigur Dorthe Bleses.

Hetta merkir, at fleiri sjálvljóð gera, at tað tekur longri tíð at læra mál, tí tað ger tað torførari at greina hvat er eitt orð í einum setningi, Børn skulu kunna greina setningin niður í orð fyri at skilja orðini.

Sissal Rasmussen, Cand. Mag. í audiologopedi sigur, » at bakgrundin fyri at børn skulu tíðliga í gongd við at skilja einstøk orð er, at teirra málfatan er grundarlagið undir at menna mál, og síðani menna málburð, tað er at tey skulu tosa sjálvi. Tí er tað av áhuga hvussu børn læra mál, hvussu skjótt tey skilja, siga einstøk orð og síðani fara í gongd við at siga setningar. «

»Tí hevur hendan gransking eisini áhuga fyri føroyingar, soleiðis at vit áhaldandi eru varðug við at málmenning hjá børnum er av størsta týdningi, tí neyvt samband er millum málsligar førleikar og lesiførleikan hjá børnum, « sigur, Sissal Rasmussen, cand.mag. í audiologopædi.

Les meir um arbeiðið hjá Serrnám her: Sernám.fo

Kelda: Videnskab.dk