Skriva út
Lagt út: 03.12.2020

Sigurd Christiansen játtan til post.doc í Stockholm

Carlsbergfondet hevur játtað Sigurd Christiansen 850.000 kr. til eitt tvey ára post.doc. skeið á Stockholms Universiteti. Heitið á verkætlanini er “What are Arctic clouds made of?” Endamálið við verktælanin er at skilja evnafrøðiligu og fysisku samansetingina av skýggjum  í Arktis. Sí lýsing av verkætlanini her

Sigurd Christiansen vardi fyrr í ár ph.d.-verkætlan sína um sjósirm við Aarhus Universitet. Hendan verkætlan varð stuðlað av Granskingarráðnum. Post.doc. verkætlanin er partvíst framhald av hesi granskingini.