Skriva út
Lagt út: 02.10.2012

Sigmundur Pauli svaraði spurningum og vann telefon

Granskingarráðið skipaði undan og á Vísindavøkuni fyri spurnarkanning um Vísindavøkuna. Øll tey, sum svaraðu, vóru við í lutakastinum um eina HTC Sensation telefon frá Vodafone.

Mánadagin 1. oktober kastaðu vit lut millum tey 240, sum høvdu svarað spurnarblaðnum. Hepni vinnarin var Sigmundur Pauli Hannesarson, sum gongur í 3. flokki í Hoydølum. Hann var á Vísindavøkuni saman við flokkunum hjá sær.

Í dag kom Sigmundur Pauli á skrivstovuni hjá Granskingarráðnum eftir vinninginum.

Endamálið við spurnarkanningini er at fáa betri innlit í, hvat fólk vita um Vísindavøkuna, hvat tey halda um hana og ikki minst at hoyra, um tey hava hugskot til, hvussu hon kann gerast enn betri næstu ferð.

Hóast lutakastið nú er av, vilja vit enn fegin frætta, hvat fólk halda um Vísindavøkuna. Hevur tú onkrar viðmerkingar ella hugskot, kanst tú svara spurnarkanningini við at trýsta á knøttin “Tín hugsan um Vísindavøku” í høgra bredda. Til ber eisini at senda okkum ein teldupost á gransking@gransking.fo

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.