Skriva út
Lagt út: 12.11.2018

Sig tína hugsan um Vísindavøkuna 2018

Vísindavøkan 2018 var fyri fyrstu ferðí Sjóvinnuhúsinum. Fyrireikararnir hava á eftirmetingarfundi umrøtt tiltakið og mett um, hvat riggaði væl og hvørji ting kunnu gerast betri komandi ár.

Breið semja er um, at karmarnir í Sjóvinnuhúsinum eru teir bestu, sum nakrantíð hava verið um Vísidnavøku. Tí er longu avgjørt, at Vísindavøkan 2019 eisini verður har.

Eitt er, hvat vit sjálvi halda. Týdningarmiklari fyri fyrireikingarnar er at hoyra, hvat tey vitjandi halda.

Vit vilja tí fegin hoyra, hvat tú heldur um ársins Vísindavøku. Hetta er bæði galdandi, um tú vart til tiltakið ella ikki. Tú kanst siga tína hugsan við at svara hesum spurnarskjali.  Eisini ber til at senda okkum eitt teldubræv á gransking@gransking.fo ella at skriva til okkara í boðklivanum á Facebook.