Skriva út
Lagt út: 25.10.2016

Sig tína hugsan um H2020 og fá ávirkan á FP9

Uppgávan at stoypa komandi avloysaran hjá Horizon 2020 er byrjað. Stjórin fyri gransking og nýskapan í ES kommissiónini, Robert-Jan Smits, hevur kunngjørt høvuðslinjurnar í ætlanini at koma á mál við nýggjum kørmum fyri stuðli til gransking og nýskapan fyri árini 2021-2028.

Ein kanning av tørvinum á økinum er sett í verk, samstundis sum ein almenn, opin ráðlegging er í gongd. Í hesi ráðlegging verða granskarar og vinnulívsfólk biðin um at siga sínar royndir í Horizon 2020. Henda kanning verður partur av ávegis metingini av Horizon 2020 og grundarlag undir komandi rammuskrá.

Meðan tilfar frá almennu ráðleggingini verður savnað, kanna serfrøðingar framtíðar útlitini við støði í m.a. upplýsingum frá OECD og Heimsbankanum. Komandi rammuskráin, sum fyribils verður nevnd FP9, fer at taka støði í avbjóðingunum, sum roknað verður við at vit koma at hava í 2030’árunum. 

Granskingarráðið fer við hesum at heita á øll, sum hava royndir við Horizon 2020, um at svara kanningini hjá ES kommissiónini. Ynskiligt er, at luttakarar í kanningini bæði umboða alment og privat virksemi í øllum londum, sum luttaka í Horizon 2020.

Almenna ráðleggingin er opin til 15. januar 2017. Spurnarblaðið kann takast niður her

Les greinina við Robert-Jan Smits í ScienceBusiness her