Skriva út
Lagt út: 07.10.2021

Sig okkum tína hugsan um Vísindavøkuna 2021

Vart tú til tiltakið Vísindavøka á ferð ella til tiltøkini í Kongshøll 24. september? Vitjaði tú umborð á Jákupi Sverra ella teltið við royndum á bryggjuni? Ella vart tú ein av teimum, sum fylgdi framløgum á netinum?  Vit vilja fegin vita, hvat tú heldur um Vísindavøkuna og hvussu vit kunnu skipa hana enn betri frameftir.

Tú kanst siga tína hugsan á síðuni vísindavøka.fo

Vit kasta lut millum tey, sum hava svarað, um eitt gávukort á 500 kr. 1. desember 2021.

Um tú ynskir at vera við í lutakastinum, mást tú skriva tín teldupost í síðsta teigin í kanningini.

Hóast tú upplýsir okkum teldupost, verða øll svar viðgjørd í trúnaði.