Skriva út
Lagt út: 12.11.2020

Sig okkum tína hugsan um Vísindavøkuna 2020

Vart tú til tiltakið Vísindavøka á ferð ella til tiltøkini í Kongshøll 6. november? Ella vart tú ein av teimum, sum fylgdi framløgum á netinum?  Vit vilja fegin vita, hvat tú heldur um Vísindavøkuna og hvussu vit kunnu skipa hana enn betri frameftir.

Tú kanst siga tína hugsan á síðuni vísindavøka.fo

Vit kasta lut millum tey, sum hava svarað, um eitt gávukort á 1.000 kr. 1. desember 2020.

Um tú ynskir at vera við í lutakastinum, mást tú skriva tín teldupost í síðsta teigin í kanningini.

Hóast tú upplýsir okkum teldupost, verða øll svar viðgjørd í trúnaði.

Framløgurnar eru tøkar á netinum

Tað ber til at síggja upptøku av framløgunum í Kongshøll her

Seinni í vetur og komandi vár fer Kringvarpið at senda einstøku framløgurnar í KVF.