Skriva út
Lagt út: 30.09.2022

Shahin Gaini hildið professarafyrilestur um blóðeitran

Mikudagin 28. september helt Shahin Gaini fyrilestur í Kongshøll í sambandi við, at hann er tilnevndur professari á Fróðskaparsetrinum.

Fyrilesturin bar heitið "Blóðeitran - Sepsis – From the time of Hippocrates until 2022 – Never Ending Story". Fyrilesturin varð stroymdur og kann síggjast her

Shahin Gaini er yvirlækni og serlækni í intern medisini & infektiónsmedisini á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Eisini er hann adjungeraður professari í smittusjúkum á Deildini fyri Heilsu-og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum.

Sí útgávur o.a. í PURE