Setrið skal greina amerikanskar ætlanir í Arktis
Granskingarráðið hevur játtað stuðul til eitt greiningarrit um amerikanska víðkanarpolitikkin í Arktis og ávirkanina á danska Ríkisfelagsskapin.
Eitt toymi við Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum á odda hevur fingið slakar 250.000 kr. til at kanna og lýsa hóttanirnar hjá amerikansku stjórnini um at taka ræði á Grønlandi, um neyðugt við hernaðarligari megi, og søguligu kreppuna millum Danmark og USA, ið er íkomin av hesum.
Spentu viðurskiftini millum Danmark og Grønland kunnu fáa víðfevndar avleiðingar fyri Ríkisfelagsskapin og viðurskiftini millum Danmark, Grønland og Føroyar. Samstundis sum Donald Trump, forseti, leggur trýst á donsku stjórnina, gera loysingarrørslur og krøv um størri sjálvræði í Føroyum og Grønlandi seg eisini galdandi.
Endamálið við greiningarritinum er bæði at lýsa amerikanska víðkanarpolitikkin í Arktis søguliga og samtíðarliga og at meta um møguligar avleiðingar fyri Ríkisfelagsskapin.
Umframt granskarar á Fróðskaparsetrinum skulu eisini granskarar úr Danmark og Grønlandi vera við í greiningararbeiðnum. Verkætlanarleiðari er Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini.
Stuðulin verður latin frá granskingarskránni fyri uttanríkis- trygdar- og verjupolitikk, FASDiNA, ið er fíggjað av donsku stjórnini og hevur sum endamál at skapa økta vitan um uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum og at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark um gransking á hesum øki.