Arctichubs
Skriva út
Lagt út: 01.05.2020

Setrið fingið Horizon 2020 stuðul til ArcticHubs verkætlan

Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum hevur fingið 1,2 milliónir úr Horizon 2020 at granska, hvussu globalar tilfeingisvinnur trýsta og ávirka samfeløg í Arktis.

Komandi fýra árini luttekur Søgu- og samfelagsdeildin í granskingarverkætlanini ArcticHubs. Endamálið við ArcticHubs er at eyðmerkja, kortleggja og kanna, hvørja ávirkan altjóða kappingin um at troyta náttúrutilfeingi í Arktis hevur á fólk og lokalsamfeløg í økinum, og millum annað at menna participatorisk amboð at nýta í stýring av  hesum vinnum.

Tað eru fleiri enn 20 samstarvspartar í verkætlanini, sum er leidd av stovninum LUKE í Finnlandi. Verkætlanin fer í gongd í august 2020 og fyri føroyska partinum av ArcticHubs standa Ragnheiður Bogadóttir og Gestur Hovgaard.

Formliga verkætlanarheitið er ArcticHubs. Global drivers, local consequences: Tools for global change adaptation and sustainable development of industrial and cultural Arctic “hubs”. Sí Horizon 2020 kunning her

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum