Skriva út
Lagt út: 02.01.2024

Sekstan nýggir ph.d.-arar í 2023

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava sekstan føroyingar lokið ph.d.-prógv í 2023. Hetta er tað hægsta talið higartil. Av hesum hava 11 verið innskrivað uttanlands, 3 í Føroyum og 2 dupultinnskrivað í Danmark og Føroyum. 9 av verkætlanunum eru stuðlaðar av Granskingarráðnum.

27. januar vardi Sanna á Borg ph.d.-ritgerð sína í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Hon hevur arbeitt á Landssjúkrahúsinum og verið innskrivað á Aalborg Universiteti. Ritgerðin kallast: “Familial hypercholesterolemia in the Faroe Islands”. Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum. Les meira her.

24. mars vardi Malan Johansen ph.d.-ritgerð sína í Kongshøll. Hon hevur arbeitt á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og hevur verið innskrivað á Fróðskaparsetrinum. Ritgerðin ber heitið “Epidemiology and Genetics of Amyotrophic Lateral Sclerosis and Alzheimer’s Disease in the Faroe Islands”. Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum. Les meira her.

30. mars vardi Høgni Hammershaimb Andersen ph.d. ritgerð sína við Københavns Universitet, har hann hevur arbeitt og verið innskrivaður. Ritgerðin ber heitið: "The effect of and barriers towards exercise-based interventions in patients with breast cancer in systemic treatment and the influence of CRP on the prognosis". Les meira her.

31. mars vardi Tórur Sjúrðarson ph.d.-ritgerð sína í Kongshøll. Hann hevur arbeitt og verið innskrivaður á Fróðskaparsetrinum. Ritgerðin ber heitið: “Importance of angiotensin-converting enzyme activity for adaptation to exercise training". Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum. Les meira her.

11. apríl vardi Jacobina Kristiansen ph.d.-ritgerð sína á Aarhus Universitetshospitali. Hon hevur arbeitt á Landssjúkrahúsinum, Fróðskaparsetrinum og Aarhus Universitetshospitali og verið innskrivað á Aarhus Universiteti. Ritgerðin ber heitið: "Effect of exercise training on platelets, coagulation and fibrinolysis in patients with stable coronary artery disease". Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum. Les meira her.

14. apríl vardi Annbjørg Abrahamsen ph.d.-ritgerð sína í Kongshøll. Hon hevur arbeitt á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og verið innskrivað á Fróðskaparsetrinum. Ritgerðin ber heitið: "Fatigue, Sleepiness and Sleep among Faroese Fishers". Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum. Les meira her.

20. apríl vardi Bárður Joensen ph.d.-ritgerð sína við DTU. Hann hevur arbeitt hjá LBF og verið innskrivaður á DTU. Ritgerðin ber heitið: "Wave energy conversion in the Faroe Islands". Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum. Les meira her.

12. juni vardi Turið Hermannsdóttir ph.d.-ritgerð sína í Kongshøll. Hon hevur arbeitt og verið innskrivað á Fróðskaparsetrinum og á RUC. Ritgerðin ber heitið: “Reproductive manoeuvring - An ethnographic study about women’s abortion and other reproductive experiences in the Faroe Islands”. Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum. Les meira her.

23. juni vardi Tróndur Møller Sandoy ph.d.-ritgerð sína á CBS, har hann hevur verið innskrivaður og arbeiddi til hann fór í starv á Fróðskaparsetrinum. Ritgerðin ber heitið: "Essays on the Economics of Education". Les meira her.

27. juni vardi Arnhold Simonsen ph.d.-ritgerð sína á DTU, har hann hevur arbeitt og verið innskrivaður. Ritgerðin ber heitið: "Bidirectional electrostatic tunable MEMS VCSELs". Les meira her.

30. juni vardi Heini Bergsson Debes ph.d.-ritgerð sína á DTU, har hann hevur arbeitt og verið innskrivaður. Ritgerðin ber heitið: “Convincing Without Revealing: Strategies for Facilitating Remote Attestation under Weakened Trust Assumptions using Privacy-Enhancing Technologies.” Les meira her.

8. september vardi Greta Jiménez ph.d.-ritgerð sína á DPU, har hon hevur arbeitt og verið innskrivað. Hon hevur verið á Fróðskaparsetrinum eitt skifti. Ritgerðin ber heitið: "At ”reika” i den færøske daginstitution: En de-kolonial undersøgelse af trivsel i daginstitutionspolitik og praksis i rigsfællesskabet." Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum. Les meira her.

25. september vardi Frida Poulsen ph.d.-ritgerð sína í Kongshøll. Hon hevur arbeitt og verið innskrivað á Fróðskaparsetrinum og á DPU. Ritgerðin ber heitið: "Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum: Frá politiskari visjón til virkni í einum spenni millum almenna námsfrøði og sernámsfrøði". Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum. Les meira her.

7. oktober vardi Johannes Nygaard Lamhauge ph.d.-ritgerð sína á Aarhus Universiteti, har hann hevur arbeitt og verið innskrivaður. Ritgerðin ber heitið: “Expanding the Frontiers of Enamine Catalysis: Asymmetric Umpolung Reactions and 1,3-Dipolar Cycloadditions.” Les meira her.

1. desember vardi Martin Mohr Olsen ph.d.-ritgerð sína á DTU. Hann hevur arbeitt á Fróðskaparsetrinum og arbeitt og verið innskrivaður á DTU. Ritgerðin ber heitið: "Fourth Mission and Post-Sustainability Oriented Innovation in the Arctic". Les meira her.

15. desember vardi Turið Nolsøe ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universiteti, har hon hevur arbeitt og verið innskrivað. Ritgerðin ber heitið: "Autonomy’s double bind. The rhetorical intersection of geopolitics and biopolitics in Danish media coverage of Faroese abortion rights." Les meira her.

Ph.d.-netverk

Granskingarráðið umsitur ein afturlatnan bólk á Facebook, sum kallast “Føroysk ph.d.lesandi”. Bólkurin er ætlaður ph.d.-lesandi og teimum, sum hava lokið ph.d. Har ber til at kunna og samskifta um viðkomandi viðurskifti, eitt nú stuðulsfreistir, skeið, ráðstevnur, ph.d.-verjur og útgávur. Til ber at biðja um limaskap her.

Til ber at finna upplýsingar um allar ph.d. lesandi, ph.d.arar, doktarar og aðrar føroyskar granskarar, sum vit vita um, við at fara í Heilagrunnin.

Fleiri ph.d.-ritgerðir eru tøkar talgilt her.

Saknast onkur ph.d.lesandi, ph.d.ari ella annar í Heilagrunninum ella í bólkinum fyri ph.d.-lesandi, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo.