Skriva út
Lagt út: 19.05.2010

Seks nýggjar orkuverkætlanir


Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur tikið avgerð um at veita 6 verkætlanum stuðul av játtanini til alternativar orkuverkætlanir. Játtanin er í ár á kr. 4.000.000,-.

Lýst varð við játtanini í bløðunum og á heimasíðu Innlendismálaráðsins í januar mánað. Tá umsóknarfreistin var farin, hevði ráðið móttikið 47 umsóknir, har søkt var um stívliga 52 mió. kr.

Tey, ið hava fingið tilsøgn um stuðul, eru hesi:

Nólsoyar orkufelag hevur fingið kr. 1.800.000,- til verkætlanina “Vindmylla til húsaupphiting í Nólsoy”. Endamálið er at manna og seta í verk eina skipan, so at kommunalir bygningar og sethús í Nólsoy í høvuðsheitum verða hitað við vindorku.

Sørvágs kommuna hevur fingið kr. 635.000,- til verkætlanina “Sjóhiti úr Sørvágs sandi til upphiting av Sørvágs skúla”. Endamálið er at nýta sjóhita úr sandinum í Sørvági til upphiting við hitapumpum.

Røkt hevur fingið kr. 400.000,- til verkætlanina “Vind- og vatnorkuverkætlan (Pump to Storage skipan)”. Endamálið við verkætlanini er at goyma og festa óstøðuga vindorku við at goyma hesa sum vatnorku. Stuðulin skal nýtast til detailprojektering av verkætlanini.

Vestmanna kommuna hevur fingið kr. 383.000,- til verkætlanina “Vatnturbinuskipanin á kommunalu vatnveitingini við Gjágvará í Vestmanna”. Endamálið er at gagnnýta orku, sum er í vatninum, áðrenn vatnið verður viðgjørt og ført út til brúkarar av kommunalu vatnveitingini í Vestmanna. Tann framleidda elorkan verður gagnnýtt í Vestmanna skúla og -ítróttarhøll.

Norðís P/F hevur fingið kr. 399.000 til verkætlanina “Orkusparing á Norðís”. Endamáli við verkætlanini er at brúka hita frá kondensatorum í frystarínum á virkinum til upphiting av virkisbygningunum hjá felagnum.

Uffe Bærentsen hevur fingið kr. 383.000,- til verkætlanina “Forkanning av orkuverki til framleiðslu av el burtur úr sjóvarfallsorku”. Endamálið við verkætlanini er at menna eitt orkuverk til Føroyar, sum kann framleiða nóg stórar mongdir av el burtur úr sjóvarfallsorku.

Umboð frá Innlendismálaráðnum verða við til kunningarfundin um stuðulsmøguleikar í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 21. mai, kl. 13:00