Skriva út
Lagt út: 23.09.2014

Science & You ráðstevnan 2015

Hevur tú hug at vera virkin luttakari á ráðstevnuni Science & You, so ber enn til at søkja um luttøku, tí útboðið er longt fram til 5. oktober. Ráðstevnan verður í býnum Nancy í Frankaríki í døgunum 1. til 6. juni 2015.

Science & You er eitt altjóða tiltak, sum fevnir um bæði mentan og gransking. Tiltakið er fyri øll við áhuga í miðling av gransking. Tað kunnu vera granskarar, ph.d lesandi,  fjølmiðlafólk og onnur forvitin.

Science & You ráðstevnan hevur 4 partar:
- Fundarforum fyri serkøn á the Centre Prouvé in Nancy
- Eitt lættari forum, sum er opið fyri almenningininum, við básum og stuttligum átøkum. Hetta verður eisini í Centre Prouvé in Nancy
- Eitt tiltak verður, sum skal venja ph.d lesandi at miðla gransking. Ph.d lesandi úr øllum heiminum luttaka og tað verður í ‘Ile du Saulcy campus’ í Metz.
- Harumframt verða fleiri almenn tiltøk í øllum Lorraine økinum í tíðarskeiðinum.

Meira um Science & You her