Skriva út
Lagt út: 16.12.2013

Sapere Aude játtan til føroyskan granskara

Det Frie Forskningsråd í Danmark hevur útlutað ársins “Sapere Aude: DFF-Forskertalent” játtanir. 39 yngri granskarar fáa tillutað “Sapere Aude: DFF-Forskertalent” játtan, sum skal økja um flytførið og altjóðagerðina av danskari gransking.

Ein av teimum, sum hevur fingið eina Sapere Aude játtan, er Jógvan Magnus Haugaard Olsen, post.doc granskari við Syddansk Universitet.

Sapere Aude er latín og merkir "Vága at vita". Sapere Aude: DFF-Forskertalent játtan er ein serlig viðurkenning og eitt ískoyti omaná eina post.doc, játtan, sum gevur møguleika at fremja serliga framsøkin granskingarmál. DFF vónar at játtanarmóttakararnir brúka eyka játtanina til at fara út í heim at granska og menna førleikar sínar, so teir í framtíðini eru væl brynjaðir at fáa granskingarurslit í heimsflokki til gagnsfyri danska samfelagið.

Fyri at koma uppá tal til eina Sapere Aude játtan skal viðkomandi hava søkt og fingið tillutað eina einstaklinga post.doc játtan frá DFF. Við støði í hesi játtanini kann avvarðandi ráð velja at innstilla umsóknina hjá viðkomandi til kappingina um eina Sapere Aude: DFF-Forskertalent játtan, sum er ein ískoytisjáttan uppá upp til 500.000 kr. íroknað rakstrargjald.

Jógvan Magnus Haugaard Olsen fekk fyrr í ár 1.760 tkr. frá Det Frie Forskningsråd til eina post.doc. verkætlan innan telduviðgjørda lívalisfrøði og lívevnafrøði. Verkætlanin kallast “Spectral tuning of light-sensitive proteins”. Les meira um ta játtanina her:

Les um Jógvan Magnus Haugaard Olsen í Heilagrunninum