Sandra Saxov Lamhauge vart ph.d á Setrinum
Týsdagin 27. januar 2026 vardi Sandra Saxov Lamhauge ph.d.-ritgerð sína um atblástur og avraddaðar sonrantar úr fonetiskum, fonologiskum og samfelagsmálvísindaligum sjónarhornum.
Ritgerðin ber heitið: A sociophonetic study of preaspiration and sonorant devoicing in Faroese.
Verjan, sum var í Kongshøll, gekk væl, og Sandra Saxov Lamhauge fekk góð ummæli.
Bæði metingarfólkini róstu ritgerðini og framløguni, og tey løgdu dent á, at talan er um eina dygga ritgerð við høgum ambitiónsstigi.
Tað varð mælt Sandu til at geva kapitlar í ritgerðini út sum serskildar vísindaligar greinar, tí granskingin ikki er gjørd áður og gevur nýtt íkast til granskingarøkið.
Eftir verjuna kunngjørdi Sissal M. Rasmussen, sum leiddi verjuna vegna Fróðskaparsetrið, at nevnin var samd um, at Sandra hevði staðið verjuna og skal fáa ph.d.-heitið.
Sum ph.d.-lesandi hevur Sandra starvast og verið innskrivað á Føroyamálsdeildini) á Fróðskaparsetri Føroya.
Hjalmar P. Petersen, professari á Fróðskaparsetrinum, hevur verið høvuðsvegleiðari, og Nicolai Pharao, lektari á Københavns Universitet, hjávegleiðari.
Í metingarnevndini vóru:
Jógvan í Lon Jacobsen, professari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk)
Michaela Hejná, lektari á Aarhus Universitet
Chris Montgomery, lektari á University of Sheffield
Hoyrið eisini samrøðuna hjá KVF við Sandru 25. november 2024 í sendingini Orðaval um dialektir og úttalu her
Ritgerðin er tøk á Pure-vanganum hjá Sandru her
Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini.
Á myndini frá vinstru: Sissal M. Rasmussen, Sandra Saxov Lamhauge, Hjalmar P. Petersen og Chris Montgomery. (c) Granskingarráðið
Samandráttur
Henda ritgerð kannar atblástur og avraddaðar sonrantar úr fonetiskum, fonologiskum og samfelagsmálvísindaligum sjónarhornum. Atblástur og avraddaðir sonorantar eru undirlýst fyribrigdi og sjáldsom í heimsins málum. Astblástur er, tá blástur (vanliga við framburðarstaði í raddbondunum) kemur fyri eftir eitt sjálvljóð og fyri eitt fortis lokaljóð. Fleiri kanningar hava víst á, at hesi fyribrigdi koma fyri í føroyskum, men tær flestu kanningarnar byggja á fá heimildarfólk, lýsingarnar eru stundum mótsigandi, og einans heilt fáar nýta akustiskt-fonetiskt háttalag. Harafturat eru fleiri fonologisk umráði ikki nóg væl kannað og lýst, samfelagsmálvísindalig viðurskifti eru sjáldan kannað, og avraddaðir sonorantar eru enn minni lýstir og kannaðir enn atblástur. Ritgerðin byggir á upplisna talu og samrøðutalu hjá 24 kvinnum, javnt býtt ímillum fýra dialektøki (Tórshavn, Runavík, Viðareiði og Hvalba) og tvey ættarlið (yngri/eldri). Atblástur og avraddaðir sonorantar í føroyskum verða kannaðir úr trimum vinklum. Í fyrsta lagi verður hugt at, hvussu atblástur verður framborin. Úrslitini vísa, at atblástur kann vera samansettur av andutari radding (breathy voice), glottalari friktión, ataffrikatión (preaffrication) ella eini blanding av hesum. Mett verður, at vit eiga at nýta eina breiða skilmarking av atblástri, soleiðis at breathy voice er ein partur av skilmarkingini. Hetta tí, at atblástur ofta er samansettur einans av breathy voice. Úrslitini vísa eisini, at (lutvís) fortis lokaljóð ofta eru spirantiserað, og at spirantisering saman við atblástri kann signalera fortis lokaljóð. Í øðrum lagi kannar henda ritgerð, um atblástur og avraddaðir sonorantar eru ávirkaðir av málsligum og samfelagsmálsligum viðurskiftum. Kannað verður, hvussu ofta atblástur kemur fyri millum langt sjálvljóð og stutt hjáljóð (VːC) og í obstruentbólkum, og hvussu ofta avraddaðir sonorantar koma fyri áðrenn trongaljóð. Hetta eru fonologisk umráði, sum eru undirlýst. Úrslitini avdúka dialektmunir í framburðinum av obstruentbólkum (/pt/, /kt/, /gt/ and /p, t, k/ + /s/) og av sonorantum, sum ikki eru lýstir áður, umframt at ein ljóðbroyting tykist at vera í gongd í obstruentbólkinum /p, t, k/ + /s/, serliga hjá ungum talarum. Dialektmunir, sum áður eru lýstir í VːC-umhvørvinum, eru staðfestir, og haraftrat vísir tað seg, at sjálvljóðið og lokanin eru longri í dialektum, sum ikki hava atblástur. Í triðja lagi snýr ritgerðin seg um tilvit. Úrslitini benda á, at talarar eru tilvitaðir um atblástur, meðan teir ikki eru tilvitaðir um framburðin av sonorantum. Tó eru teir ikki tilvitaðir um munin ímillum frá- og atblástur. At heimildarfólkini ikki eru tilvitað um hesi drøg, umframt at dialektmynstrið er so greitt (undantikið í Tórshavn), bendir á, at hesi drøg ikki fara at hvørva úr føroyskum í bræði.
