Skriva út
Lagt út: 04.02.2008

Samgongan raðfestir gransking

Granskingarráðið fegnast um, at gransking í samgonguskjalinum verður nevnd sum ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum. Í samgonguskjalinum verður víst á, at gransking er fyritreyt fyri búskaparvøkstri og samfelagsmenning sum heild. Tí hevur nýggja samgongan sett sær fyri at styrkja munandi um granskingina í breiðastu merking, eins og lagt verður upp til, at vinnan verður stimbrað til eisini at fara undir miðvíst granskingararbeiði.

Ítøkiliga verður nevnt, at eitt nøktandi hagtalsgrundarlag skal fáast til vega, og at tær eindir, sum í dag varða av granskingini, verða betur skipaðar. Harafturat er samgongan sinnað at játta tann pening, sum skal til fyri at Føroyar kunnu verða ein virkin partur í granskingarhøpinum hjá ES.

Granskingarráðið metir tað hava alstóran týdning, at Vísindaráðið verður sett og fer til verka sum skjótast, soleiðis at arbeiðið við at samskipa teir ymisku partarnir í føroyskari gransking kann fara í gongd. Granskingarráðið metir eisini, at tað er av stórum strategiskum týdningi fyri føroyska gransking, at peningur beinan vegin verður settur av til føroyska luttøku í ES gransking, nú meðan samráðingar um atlimaskap í sjeyndu rammuskránni standa fyri framman. Hetta vil økja um áhugan í europeiskari gransking, og geva virðismiklar royndir, ið kunnu vísa seg at geva munadygt avkast, tá samráðingarnar um atlimaskap eru avgreiddar, og Føroyar hava fingið atgongd til sjeyndu rammuskránna hjá ES.